- So stendur tingsessurin tómur

Kristin Michelsen velur borgarstjórasessin framum, men letur tingsessin standa tóman - um also býráðið krevur, at hann velur.

Ein heldur løgin støða er uppstaðin á Tvøroyri í kjalavørrinum av, at nýggjur meiriluti hevur skipað seg í býráðnum. Tí meðan støðan júst nú er, at nýggi meirilutin bíðar eftir at sleppa at skipa nevndirnar á nýggjum, so verður teskað nógv í krókunum um, at nýggi meirilutin fer at sýta fyri, at Kristin Michelsen sleppur at vera borgarstjóri og tingmaður samstundis. Tí sambært lógini skal býráðið geva borgarstjóranum loyvi til at røkja annan almennan sess, og sostatt er tað nýggi meirilutin, sum hevur hetta valdið. 

 

 

 

Tó so vísir tað seg, at tað er ein snild finta, borgarstjórin á Tvøroyri kann gera í hesum førinum. In.fo skrivaði fyrr í dag um, at borgarstjórin kann siga, at hann velur borgarstjórasessin framum, men at hann bara letur vera við at møta á tingi, uttan at siga sessin frá sær. Tí tað er ikki skylda hjá tingfólki at møta til tingfundirnar. Og so er faktuella støðan, at tað bert eru 32 tingmenn í løgtinginum. 

 

 

 

Les eisini: Greining: Kristin hevur valdið 

 

 

 

Kristin Michelsen sigur í dag við Norðlýsið, at tað er júst tað hann ætlar sær at gera, um hann verður trýstur til at velja ímillum borgarstjórasessin og tingsessin. 

 

 

- Samtykkir býráðið hetta fari eg at boða teimum frá at eg fari at røkja borgarstjórasessin fult og heilt. Men so kemur løgtingssessurin at standa tómur og eingin kemur at røkja hann í mín stað. Eg persónliga eri valdur í løgtingið av fólkinum og tí havi eg fult mandat yvir honum, sigur Kristin Michelsen við Norðlýsið í dag.