Í einum sera spennandi tíggjumannafarsróðri á Fjarðastevnu øktist spenningurin um føroyameistaraheitið bara enn meira. Havnarbáturin, sum hevði fýra stig meira enn Nólsoyingur, endaði á fjórða plássinum, meðan nólsoyingar vunnu. Nú eru teir so javnir í stigum.
Róðurin hjá tíggjumannaførunum er annars altíð spennandi. Og upp aftur tættari er tað altíð millum bátarnar, tá róð verður á 1.000 metrum. Soleiðis var eisini á Fjarðastevnu.
Vágbingur, sum vann á heimasjógvi, vikuna áðrenn, fekk besta startin. Men Nólsoyingur og Eysturoyingur vóru væl við. Eisini Havnarbáturin.
Hesir togaðust aftur og fram undir róðrinum, men tað tóktist tó einu løtuna sum, at Nólsoyingur fór at fara frá hinum. Inntil Havnarbáturin svaraði aftur. Teir løgdu seg á odda stutt áðrenn endaspurtin, men fingu harða kapping í sjálvum spurtinum. So harða, at teir endaðu afturi á fjórðaplássinum, tá samanumkom.
Nólsoyingur dró longsta stráið, og Eysturoyingur kom við einum sera góðum endaspurti inn sum nummar tvey. Vágbingur, sum byrjaði so væl, mátti sostatt taka til takkar við einum triðjaplássi. Fýra teir fremstu bátarnir komu á mál innan fyri eitt sekund, so tættari kundi tað neyvan verðið.
Tað var avbera gott fyri Nólsoying, at Havnarbáturin ikki megnaði at fáa meira enn trý stig, tí við teirra sjey stigum, bleiv javnleikur millum teir báðar bátarnar. Sostatt er lagt upp til eina sera spennandi og tætta kapping í tíggjumannaførunum tað, sum eftir er av kappingarárinum.
1 Nólsoyingurin 04.38.08
2 Eysturoyingur 04.38.16
3 Vágbingur 04.39.07
4 Havnarbáturin 04.39.09
5 Vestmenningur 04.41.21
6 Skálabáturin 04.43.20
7 Hoyvíkingur 04.45.00