Hondbóltur ? kvinnur
Tað var ikki væntandi, at Sóljan skuldi gera stórvegis við VÍF, og soleiðis gjørdist heldur ikki. Talan var um topp ímóti botni, og hóast botnurin átti heimavøll, so bøtti hetta ikki stórvegis um hjá Sóljuni, sum mest av øllum bara vildi hava hendan dystin aftur um bak.
Ioana tók yvir
Talan var annars ikki um hin stóra munin í fyrra hálvleiki. Sóljan royndi sum frægast at halda gestunum í stuttum tjóðuri, og hinvegin tóktust vestmannakvinnurnar at hugsa mest um jólafrítíðina, so fyrri hálvleikurin var nú ikki so øgiliga sannførandi .
Í seinna settu meistararnir tó nakað av ferð á. Ioana Rápa, sum ikki hevur eins dominerandi og vanligt í ár ? tað hevur ikki verið neyðugt ? tók sær nú veruliga um reiggj, soleiðis at vágafólk kundu síggja, hví hon hevur verið toppskjútti í landskappingini seinastu trý árini. Vinstra hondin talaði fyri seg, og hóast Sóljan hevur ein sterkan málverja, so kundi Kristina Griksaite gera lítið annað enn at hyggja, meðan kanónkúlurnar fuku um oyruni á henni.
Hinvegin følnaði Asta Petrauskiene, sum í fyrra hálvleiki gjørdi nógv um seg, púrasta burtur í seinna. Bæði VÍF-verja og ?málverji góvu henni stutt tjóður, og so var ikki so øgiliga nógv annað, sum Sóljan kundi gera.
Einføld uppskrift
Við sigrinum rokaði VÍF sær stigaposan fyri grundspælið, og einasti spurningurin tykist vera, hvørt tær eisini megna hetta í endaspælinum. Tað má sigast at vera stórt spell, at VÍF er somikið einaráðandi, at spenningur snøgt sagt ikki eksisterar í kappingini hjá kvinnum, men hinvegin kann hetta kanska vísa hinum liðunum, hvat er neyðugt, at gullið skal fáast til høldar.
Hóast kritikarar helst vilja føra fram, at talan er um fáar vestmenningar á liðnum, so er tað ikki hetta, sum er avgerandi fyri, hvar gullið endar. Liðið telir nakrar av allar bestu føroysku leikarunum, og tá so tríggjar útlendskar profilir verða lagdar afturat, er uppskriftin greið, og tað verður ikki fyrr enn, at onnur lið fara at nýta somu uppskrift, at spenningur aftur fer at koma í kvinnukappingina.
Dysturin í tølum
Sóljan-VÍF 18-32 (10-12)
Málskjúttar:
Sóljan: Asta Petrauskiene 10 (1), Hertha Simonsen 4, Jóhanna í Horni 1, Kristianna Petersen 1, Heidi Maria Akselsen 1, Fía Selma Nielsen 1
VÍF: Ioana Rápa 15(4), Fríða Marjunardóttir 4(1), Alis Høghamar 3, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 3, Jacklin Durhuus 2, Randi Kúrb erg 2, Nicoleta Radu 2, Sóley Mikkelsen 1
Brotskøst: Sóljan 1, VÍF 6
Útvísingar: Sóljan 2, VÍF 2
Dómarar úr StÍF/VÍF: Poli Hansen & Ingi Olsen