Søgan í Eystureuropa endurtók seg

Skelkurin í Georgia var tað, tá ið Petur Knudsen eftir lítla løtu á vøllinum noyddist av aftur vøllinum, tí hann var skaddur í knænum

Petur Knudsen var bara lítla løtu á vøllinum, áðrenn hann varð útskiftur við pínu í knænum

Tað gekk, sum tað hevur gjørt tríggjar tær seinastu ferðirnar, tá ið Eyðun Klakstein hevur havt um stýrisvølin í Eystureuropa.

 

Hetta var fimti dysturin hjá Eyðuni Klakstein sum landsliðsvenjari. Í fyrstu royndini endaði tað við 1-0 sigri í Armenia. Í kvøld var tað fjórða ferðin á rað, at tað endaði við teprum tapi í Eystureuropa.

 

Georgia vann 1-0. Málið varð skorað heilt tíðliga, og tað var eftir horna úr vinstru. Bárður á Reynatrøð kendist ikki so sannførandi, tá ið hann royndi at boksa bóltin burtur, og so var tað lætt við høvdinum at stýra bóltin í tóma málið.

 

Georgia var mest á bóltinum, og í fyrra hálvleiki vóru tað einstakar spentar støður í føroyska brotsteiginum.

 

Á føroyska liðnum vóru fleiri millum teir fyrstu ellivu, sum ikki hava so nógvar landsliðsroyndir. Millum hesar vóru Gullbrandur Øregaard í miðverjuni, Daniel Johansen á vinstra vongverja, Jákup B. Andreasen og Noah Mnenéy á miðvøllinum og framrættaði Poul Kallsberg. 

 

Føroyska liðið var fyri tað mesta væl skipað í verjupartinum, og í einstøkum førum eydnaðist tað at vinna spentar støður, og Patrik Johannesen í fyrra hálvleiki og Daniel Johansen og ikki minst innskifti Páll A. Klettskarð fram ímóti dystarenda høvdu møguleikar at javna, men tað eydnaðist ikki.

 

Petur Knudsen varð skiftur inn á føroyska liðið eftir 64 minuttir, og seks minuttir seinni noyddist hann av aftur vøllinum, tí hann var darvaður av pínu í knænum. Hvussu álvarsligan løst talan er um, er ikki upplýst, men hetta kemur illa við hjá Peturi og NSÍ og eisini landsliðnum, tí Petur Knudsen var eftir øllum at døma ætlaður at eiga leiklut í týdningarmikla HM undankappingardystinum mánakvøldið ímóti Gibraltar á Tórsvølli.

 

 

 

Georgia – Føroyar 1-0 (1-0)

 

1-0: Luka Lochoshvili 9.

 

Dómarabólkur úr Belgia: Jasper Vergoote, Michele Seeldraeyers og Martijn Tiesters og Goga Kikacheishvili (4. dómari úr Georgia)

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (Adrian Justinussen, 46.), Viljormur Davidsen – Jann J. Benjaminsen (Hallur Hansson, 63.), Noah Mnenéy (Brandur Hendriksson Olsen, 63.), Jákup B. Andreasen, Daniel Johansen – Hanus Sørensen, Patrik Johannesen (Petur Knudsen 63./Páll A. Klettskarð 71.), Poul Kallsberg (Árni Frederiksberg, 63.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Ari í Haraldstovu Petersen, Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson, Odmar Færø

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

 

 

Petur Knudsen var bara lítla løtu á vøllinum, áðrenn hann varð útskiftur við pínu í knænum