Søgan um Føroyar

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, ynskir at siga ferðafólkum søguna um Føroyar.

- Einaferð var tað ein risahøvdingi í Íslandi, sum hevði hoyrt um nakrar so vakrar oyggjar í ein landsynning úr Íslandi. Hann sendi tí ein risa og konu hansara, kellingina, til oyggjarnar, at draga tær til Íslands.

 

Soleiðis byrjaði Guðrið Højgaard sína framløgu á Vestnorden Travel Mart. Í Føroyum eru søgur ikki einans søgur, men ein sjálvsagdur partur av okkara mentan, segði hon, meðan hon fortaldi áhoyrarunum søgnina um risan og kellingina.

 

Og tað er søgurnar um Føroyar sum skulu lokka onnur ferðafólk hendavegin, segði hon. Søgurnar um landið, ið ikki kann lýsast við orðum. Søgurnar um tað, tey hava upplivað, tað, tey hava sæð, tað, tey hava følt og etið.

 

Tað tú fært í Føroyum, fært tú ikki aðrastaðni. Ella kanska rættari, tað, tú fært aðrastaðni, fært tú ikki í Føroyum.

- Tú kanst ikki fara á McDonald's í Føroyum. Tú kanst ikki keypa eina Louis Vuitton tasku í Føroyum. Tú kanst ikki fara á IKEA í Føroyum. Men tú kanst keypa føroyskar vørur, ið hava fingið altjóða viðurkenning fyri teirra dygd, segði Guðrið Højgaard.

 

Hon legði í framløgu síni dent á fýra øki, sum Føroyar kunnu bjóða ferðafólki. Vit hava vøkur og lætt atkomilig fuglafjøll. Vit hava góðar møguleikar fyri gongutúrum í náttúruni. Náttúran og tað skiftandi ljósið í føroyska veðurlagnum, gevur avbera góðar møguleikar fyri myndatøkum og síðst, men ikki minst, tað klára vatnið ger, at vit hava sera góðar umstøður fyri kaving í Føroyum.

 

- Vit kunnu bjóða eitt 5-stjørnu ráðstevnuhøli og eitt 4-stjørnu hotell, beint við síðunar av einum 60 milliónum gamlum spæliplássi, sum vit kalla móður jørð.

 

Guðrið Højgaard nýtti sjálvandi eisini høvi at vísa nýggja lýsingarfilmin hjá visit Faroe Islands, og legði dent á tey sokallaðu un-orðini.

- Kanska er tað tað, at Føroyar ikki kunnu lýsast við okkara vanligu lýsingarorðum, at vit mugu tríva í un-orðini, fyri at fortelja søguna um Føroyar. Ella kanska er tað lættast at fortelja søguna um Føroyar, við at siga hvat tað er, sum gera Føroyar serligar.