Søgan um Ova í leiki

Klokkan fýra sýndi Nicolai Falck fram leikin um Ova í bátinum Diana Victoria á keiini í Nólsoy.

Klokkan fýra sýndi Nicolai Falck fram leikin um Ova í bátinum Diana Victoria á keiini í Nólsoy.

 

Søgd var øll søgan - í stuttum sjálvandi - um lívið hjá Ova. Hvussu hann vaks upp, fyrst úti á Malarenda, síðani á Botni og at enda á Bátatúgvuni.

 

Vit hoyrdu, hvussu barnaárini gingu, og vit hoyrdu, at hann fór til skipa við pápa sínum longu 14 ára gamal.

 

Eisini varðsagt frá tíðini umborð á skúlaskipinum, Danmark, og hvussu hann var har umborð í seks ár.

 

Vit hoyrdu, at skiparin á Danmark forerdi eina máttu burtur til Knút, prins, sum Ove hevði gjørt og sum hann ætlaði mammu síni.

 

Eisini var greitt frá einari stórari plátu við ymiskum knútum, sum Ove hevði gjørt, og sum nú hongur á skipskontórinum hjá Danmark.

 

Og ikki minst hoyrdu vit um tær tríggjar ferðirnar, hann gjørdi um hav, har tær tvær fyrstu gingu til Hetlands, meðan tann triðja gekk alla leiðina til Langelinje.

 

Ein hugnalig løta á keiini í Nólsoy.