639 starvsfólk afturat fingu fríggjadagin at vita, at tey skuldu sigast úr starvi innan Voice of America og myndugleikanum, sum hevur eftirlit við miðlinum.
Hetta fer at minka útvarps- og sjónvarpsrásina niður í ein brotpart av fyrrverandi støddini.
Sambært tíðindastovuni Reuters kann hetta sera væl vera banahøggið hjá Voice of America.
Seinastu uppsagnirnar hava við sær, at tilsamans 1.400 fólk eru uppsøgd hjá Voice of America og myndugleikanum The US Agency for Global Media (USAGM) síðani mars.
/Ritzau/