Søkja eftir stjóra til stórhøllina við Tjarnir

Fyri rætta persónin er talan um eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har fyrsta tíðin verður merkt av, at tað verður neyðugt at vera slóðbrótandi og ganga undan.

Tað skrivar grunnurin, sum stendur fyri verkætlanini at byggja nýggju Stórhøllina við Tjarnir í Hoyvíkshaganum.

– Vilt tú standa á odda fyri einum sonnum nýbroti í føroyskum mentanar-, ítróttar- og tiltakslívi? Nevndin fyri Við Tjarnir leitar eftir einum stjóra til stórhøllina, sum verður ein nýggjur mentanardepil fyri alt landið.

Grunnurin skrivar í lýsingini, at tey ynskja sær ein stjóra, sum megnar at bæði leiða og umboða, samstundis sum viðkomandi ikki er bangin fyri at luttaka í øllum tí, sum skal til fyri at reka og menna mentanar-, trivnaðar-, rørslu- og heilsuvirksemi í stórhøllini Við Tjarnir.

– Fyri rætta persónin er talan um eitt sera spennandi og avbjóðandi starv, har fyrsta tíðin verður merkt av, at tað verður neyðugt at vera slóðbrótandi og ganga undan.

Starvið skal setast frá 1. august 2024, ella skjótast gjørligt eftir hetta. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera eitt tænastumannastarv.

 

##med2##

Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Stjórasáttmáli verður gjørdur. Lønin í 36. lønarflokki hjá limum í Tænastumannafelag Landsins er 53.058 krónur um mánaðin. Pensjónsgjaldið upp á 15 prosent svarar til 7.959 krónur um mánaðin.

 

##med3##

»Við Tjarnir« er skipað í sjálvsognarstovnin Føroya Arena, sum hevur til endamáls at byggja stórhøllina og harumframt umsita og fyrisita høllina, tá hon er liðug og tikin í nýtslu.

Skipanin við sjálvsognarstovnum er kend og merkir í stutt­um, at stovnurin eigur seg sjálvan og hevur ikki sum undir­liggjandi krav at vinna pening til møguligar partaeigarar. Við øðrum orðum fara møgulig fíggjarlig avlop til sjálvsognar­stovnin, eins og sjálvsognarstovnurin má fíggja møgulig hall.

##med4##

Nevndin í sjálvsognarstovninum ger greiðar reglur um nýtsluna av Við Tjarnir, soleiðis at allir partar eru vitandi um, hvørji rættindi brúkarar av stórhøllini hava.

Í nevdini sita:

 

  • Heðin Mortensen, formaður, valdur av Tórshavnar Kommunu
  • Guðrið Højgaard næstforkvinna, vald av Visit Faroe Islands
  • Bergur Poulsen, valdur av Vinnuhúsinum
  • Elin H. Joensen, vald av ÍSF
  • Annika Olsen, vald av Tórshavnar Kommunu.  

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##