Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, so er tað millum fólk í Havn, sum hava tað hart og strævið og ikki hava nakað stað at fara, at tey finna fólk, sum fremja innbrot.
Hann sigur, at tey royna at finna støð, har tey kunnu gista. Einaferð var nógv tosað um gamla bakaríið hjá Frans Restorff, og sambært vakthavandi eru ábendingar um, at hetta er við at endurtaka seg.
Ábøtur vórðu gjørdar, og fleiri pláss útvegað á Herberginum. Men nú eru aftur fráboðanir til løgregluna um, at fólk síggja, at onkur hevur verið inni ymsa staðni.
Sambært vaktleiðaranum eru tað somu fólkini, sum løgreglan hittir í hesum sambandi. Hann heldur, at tað sum hevur verið gjørt er meira symptomviðgerð.
– Tað skal meira til enn at siga, at tey ikki skulu vera her ella har, og onkuntíð meta tey ikki almennu tilboðini sum nóg góð, sigur hann.
Annars hevur løgreglan fingið nakrar stormfráboðanir, eitt av Skálafjørðinum, har fráboðanir hava verið um leysar plátur, og so er ein fráboðan um omanlop í Sandslíð. Har er tilfar komið á vegin. Tó sleppa bilar framvið, men størri bilar sleppa ikki, sigur vatkleiðarin. Landsverk hevur fingið boð um tað, sigur hann.