Tað sigur áhugabólkurin Reynsmúli sambært Norðlýsinum, sum skrivar, at áhugafelagið Reynsmúli fer at søkkja línuskipið Helenu hósdagin 15. august. Teir siga frá áhugafelagnum, at teir opna botnventilarnar um 14 tíðina og síðan fara at ganga einir 4 tímar til skipið liggur á havsins botni, skrivar Norðlýsið.
Skipið skal nýtast til kavingarendamál, og tað verður ikki einsamalt, tí frammanundan liggur útróðrarbáturin Reynsmúli á botni á Borðoyavík.