Sølan av gerandisvørum er nú sum hon var

Tá korona rakti, vaks sølan av gerandisvørum, og sølan gjørdist væl størri enn fyri farsóttina. Nú er sølan aftur á leið tað, sum hon var fyri korona.

Sølan av gerandisvørum er minkað eftir koronu-farsóttina. Fólk keypa minni, og tað er serliga gerandisvørur og byggitilfar, sum minni verður keypt av. 

 

Hagtøl úr Noregi vísa eisini, at fólk keyptu minni í apríl enn í mars í ár. 

 

Í detailhandlunum minkaði umsetningurin í apríl við 0,9 prosentum í mun til mánaðin fyri. Hinvegin vaks sølan í frá februar til mars við trimum prosentum. 

 

- Flestu vinnugreinar høvdu annars eina góða gongd frá mars til apríl, undantikið handlar, sum selja gerandisvørur og byggitilfar.

 

Tá korona rakti fyri stívliga tveimum árum síðan, vaks sølan av gerandisvørum, og sølan gjørdist væl størri, enn hon hevði verið fyri farsóttina. 

 

Men, nú er sølan av gerandisvørum minkað um somu tíð, sum farsóttin so smátt er hasað av, og koronu-avmarkingarnar eru burtur. 

 

Í norskum hagtølum liggur sølan av gerandisvørum nú á umleið sama støði sum fyri farsóttina, veit tv2.no at siga í dag.