Sølvi er aftur ársins spælari

Toppskjúttin og miðvallarin í Víkingi ásannar, at hann ikki hevði roknað við aftur í ár at verða kosin ársins spælari

Tað var Sølvi Vatnhamar, sum á fótbóltsgallanum í kvøld varð kosin at vera ársins fótbóltsspælari. Hann var toppskjútti og ársins spælari í fjør. Í ár var hann toppskjútti, og nú er hann kosin at vera ársins fótbóltsspælari annað árið á rað.

 

-Hetta hevði eg ikki roknað við. KÍ hevur avrikað so framúr væl í Europa í ár og vunnið FM heitið sannførandi, so eg hevði roknað við, at hesin heiðurin fór til Klaksvíkar, sigur Sølvi Vatnhamar og takkar fyri stóra heiðurin, og hann heldur fram:

 

-Vit eru farnir undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, og vit eru spentir. Í ár mistu vit spælarar bæði undan kappingarbyrjan, og tá ið kappingin framvegis var ung. Allir teir, sum vóru við á liðnum størsta partin av hesum árinum, hava skrivað undir uppá, at teir eisini vera við í 2024. Undantakið er Atli Gregersen, men vit rokna ikki við, at hann fer nakran veg, og at hann eisini í 2024 fer at spæla saman við okkum í Víkingi, sigur Sølvi Vatnhamar við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpsrásini.