Sølvi: Vit sum hópur standa aftanfyri venjaran

Manslandsliðið: Tað var ein greiður Sølvi Vatnhamar, sum var á tíðindafundi í dag

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska A-landsliðið hevði í dag tíðindafund í Trinustovu á Tórsvølli. Hetta var undan seinastu venjingini fyri Nations League dystin móti Armenia, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Spurningarnir á tíðindafundinum vóru fyri tað mesta um støðuna hjá Håkani Ericson, landsliðsvenjara. Hann hevur verið kroystur síðani tapið í Lettlandi í farna mánaði. Sølvi Vatnhamar fekk eisini spurningin hvussu spælararnir síggja støðuna.

 

- Vit sum hópur standa aftanfyri venjaran og ætla at gera eitt sprell í morgin og sunnudagin. Tað er sjálvandi keðiligt at lesa tað, sum hevur verið skrivað um venjaran í seinastuni, tí vit sum spælarar eiga stóran lut í gongdini og eg haldi at vit sleppa snikkaleysurí hesum, segði Sølvi Vatnhamar og legði afturat:

 

- Vit mugu hyggja inneftir, fyri at venda gongdini. Nú vilja vit vísa okkum frá eini góðari síðu í morgin. Vit kundu hugsað okkum ein fullan Tórsvøll og einum stuðlandi Skansa, tí tað ger mun, segði Sølvi Vatnhamar.

 

Á tíðindafundinum bleiv Håkan Ericson eisini spurdur um avgerðina, at byrja við teimum somu tveir dystir upp í slag, við bara tveimum døgum í millum. Sølvi Vatnhamar var ein av teimum, sum byrjaði báðar dystirnar, men bleiv skiftur út í hálvleikinum í seinna dystinum, ið var í Lettlandi.

 

- Landsdystir eru eitt sindur harðari enn vanligir dystir, men hinvegin hava vit eisini góð hjálp, fyri at koma fyri okkum. Eg skilji væl avgerðina við at spæla við teimum somu frá byrjan, men avgerðin verður sett upp ímóti úrslitinum, sigur Søvi Vatnhamr um tapið í Lettlandi.

 

Hann væntar sær ein líknandi dyst móti Armenia, sum vit sóu móti Norðurmakedónia.

 

- Tað eru nøkur ting, sum vit kunnu betra um, men eg vænti hetta verður ein líknandi dystur, sigur leirvíkingurin.

 

Sølvi Vatnhamar hevur spælt 75 landsdystir fyri Føroyar. Nations League dysturin móti Armenia verður í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)