Í kvøld skal Søren Haugaard Pedersen aftur syngja í sendingini Stjerneklar á DR1. Síðsta fríggjakvøld var hann við fyri fyrstu ferð, og tá kom hann beint víðari til næsta umfar, sum so verður í kvøld.
Søren Haugaard Pedersen er á liðnum "Team Robbie Williams" saman við Anders Krogh og Esben Engholm, sum merkir, at teir skulu syngja løg hjá Robbie Williams - og her er Søren sum vera man á heimabana, tí hann hevur sungið Robbie í fleiri ár.
– Vit eru super klár til í kvøld við einum nýggum sangi, dansarum, búnum og øðrum, sigur Søren Haugaard Pedersen, sum býr í Havn.
Nú ræður tað bara um at koma í semifinaluna.
– Kom so Føroyar! sigur hann í viðmerking til in.fo
Sendingin fer í luftina klokkan 19 føroyska tíð á DR1, og til ber at fylgja við á netinum HER.