Søtur sigur hjá Eysturkommunu

5-mannafør kvinnur: Fyri fyrstu ferð eydnaðist tað Leikalind hjá róðrarfelagnum Tindi at vinna

Sólin skein av álvara á kvinnurnar umborð á Leikalind hjá róðrarfelagnum Tindi í Hvalvík í dag.

 

Nýggja róðrarfelagið í Eysturkommunu spílar seg av álvara út í ár. Fleiri manningar taka lut í kappróðrinum, og úrslitini eru vorðin alt betri.

 

Tí hevur tað verið bíðað eftir fyrsta sigrinum, og í dag eydnaðist tað.

 

Tað var í dagsins síðsta róðri. Hann var millum 5-mannafør við kvinnum. Tjaldrið vann bæði á norðoyastevnu og á eystanstevnu.

 

Í dag eydnaðist tað Leikalind hjá Tindi at vinna.

 

Leikalind var í startspurtinum heilt frammi í oddinum. So sá tað út til, at Tjaldrið fór at vinna oddasessin, og í endaspurtinum vóru hesir báðir bátarnir – Tjaldrið og Leikalind – stavn um stavn.

 

Tá ið bátarnir fóru um málið, var Leikalind ein brotpart av einum sekundi undan Tjaldrinum, og eina lítla bátslongd aftanfyri Tjaldrið kom Svanur av Skála á mál.

 

-

 

1Leikalind (Tindur)05:44.10
2Tjaldrið (NSÍ)05:45.09
3Svanur (Skála)05:45.42
4Blikur (AR)05:50.24
5Teistin (AR)05:55.08
6Drekin (HR)05:56.14
7Fípan Fagra (KRF)05:58.15
8Frúgvin (MR)06:15.47
9Royndin Fríða (VK)ET

 

stavnur.fo