Líkamikið hvørja ítrótt talan er um, og hvat slag av landsliði er talan um, so er klassiski trupuleikin hjá føroyskum ítróttarlandsliðum, at hini landsliðini, serliga tey á meginlandinum spæla nógv fleiri venjingardystir, áðrenn hesi liðini skulu taka lut í týðandi kappingum og undankappingum.
Besti kvinnuligi føroyski flogbóltsspælarin, Sofía Purkhús vísir á, at t.d. Danmark spælir kanska upp til átta venjingardystir, áðrenn tær fara í holt við eina avgerandi kapping.
Sofía Purkhús heldur, at hon og hinar á føroyska liðnum, sum spæla í Danmark menna seg nógv við at spæla á einum hægra støði, og givið er, at tað er ein annar lykil til framburð fyri føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti.
Sofía Purkhús er, sum hinar á føroyska liðnum sera takksom fyri at hava havt møguleikan at spæla eina EM/HM undankapping á heimavølli frammanfyri einari fullsettari høll.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Sofíu Purkhús, aftaná 1-3 tapið ímóti Kýpros.