Fía vaks upp í Leirvík. Pápin, Petur Hans Kristiansen, var ættaður av Skála. Hann giftist til Leirvíkar við Annu í Jógvansstovu. Í 1939 doyr Anna á barsilssong, og eftir sat maðurin við børnunum: Kjartan, Jógvan, Fía og Oda.
Tá Anna doyði, vóru maðurin og synirnir til skips. Vanlagnuna frættu teir um, tá ið teir komu aftur nakrar vikur seinni. Hóast bert 14 ára gomul, helt Fía hús. Men teirra royndir vóru ikki av. Meðan kríggið reikaði, brast ein mina í fjøruni, og húsini hjá teimum fóru í smildur. Tíbetur hendi eingin mansskaði, men hetta gjørdi, at tey fluttu til Fuglafjarðar at búgva.
Fyrstu tíðina leigaðu tey, men síðan fingu tey síni egnu hús. Í Fuglafirði hitti Fía Henry Mohr, sum hon giftist við. Teirra hjúnarlag vardi ikk leingi, tí longu í 1970 doyr Henry. Sum um tað ikki var nokk, brendu húsini 5ár seinni, í 1975.
Fía og Henry fingu átta børn, fýra synir og fýra døtur í hesi raðfylgju: Jákup, Anna, Hallur, Petur, Berit, Rannvá, Rani og Ásla.
Hóast mong munnu halda, at livið hjá Fíu ikki hevur verið nakar dansur á rósum, hevur hon fingið øll 8 børnini væl undan. Hetta sást eisini føðingardagin, tá eftirkomarar hennara saman við næstringum fyltu Lonina. Hóast sín høga aldur, sat hon til háborðs og tók í móti øllum gestunum.
Góða Fía. Frá børnunum og famjum teirra verður tær ynskt eini gleðilig jól
og eitt av Harranum signað nýggjár við tøkk fyri alt, tú hevur verið fyri
okkum.