Viðrar, skipar Gøtu Menningarfelag, fríggjadagin hin 3. juli, fyri hini vælumtóktu hugnaløtuni við stórum báli og mongum øðrum á sandinum í Syðrugøtu.
Byrjað verður kl. 16 við at børn sleppa at sita á rossabaki (ponyríðing).
Uml. kl. 17.30 fara ung, konur og menn úr Norðragøtu og Syðrugøtu at toga tog móti hvør øðrum.
Kl. 18 verður stór mótaframsýning, har høvi verður at síggja tey nýggjastu sniðini - bæði tá talan er um fótbúna, bundin føroysk pløgg, barnaklæði, mótaklæði, ítróttarkllæði, ja, sjálvt tann nýggjasti baðimótin verður at síggja á sandinum í Syðrugøtu.
Eftir mótaframsýningina t.v.s. uml. kl. 18.30 verður køkuuppboðssøla, har góðar, vælsmakkandi kakur kunnu fáast fyri bíligan penga.
Síðani verður ymiskt skemt á skránni í ein góðan hálvan tíma.
Ongum nýtist heldur at ganga svangur á sandinum, tí umframt pylsur og djús, verður eisini kaffi og køka at fáa.
Uml. kl. 19.30 fer Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður, at halda røðu.
Síðani verður kynt í tað stóra bálið á sandinum, og tá verður eisini felagssangur. Heitt verður í hesum sambandi á fólk um at hava grønusangbók við.
Kl. 22.00 verður útikonsert við Eivør Pállsdóttir, ársins songrødd.
Gøtu Menningarfelag væntar, at tað fara at koma eins nógv fólk sum undanfarin ár, tí hetta tiltakið er vorðið ein fastur táttur í summarhugnanum hjá smáum og stórum eysturoyingum og eisini nógvum fólkum aðrastaðni frá.
Óneyðugt er helst at nevna, at tað sjálvandi er ókeypis at koma á Gøtusand fríggjadagin.
So sjálvandi síggjast vit í Gøtu nú fríggjadagin!!!