Sólarmyrking á Skálhøvda

Stór undirtøka fyri gongutúri niðan á Skálhøvda í Skálavík at síggja sólarmyrkingina

Í morgun fara yvir 100 fólk úr øllum landinum, umframt útlendingar, at hyggja eftir sólarmyrkingini av Skálhøvda í Skálavík. Farið verður frá skúlanum longu kl. 7.30 og ferðaleiðari á túrinum verður Laura Joensen.

 

Bygdin hevur gjørt nógv bururúr, og verður sólarmyrkingin feiðrað allan dagin við millum annað morgunmati, føroyskum dansi, framløgu, guðstænastu og dansi um kvøldið.  

 

Veðurforsagnirnar hava verið lovandi fyri syðra part av landinum, og tí vænta tey í Skálavík, at upplivingin verður serstøk, bæði fyri bygdafólki og vitjandi aðrastaðni frá.

 

Myndina hevur Bjarni Johansen tikið.