Soleiðis eru treytirnar

Niels Mortensen, stjóri í SMS, heldur ikki talan vera um diskriminering av kundunum. ?Fólk, ið eru til gongu, sleppa ikki at keypa við drive-in lúkuna, júst tí, at tað er ein drive-in. Tað er ætlað fólki í bili. Drive-in er eitt konsept, sum vit hava valt at hava, og tað skal ikki fungera sum ein grillbar. Loyva vit fólki til gongu at keypa, so broyta vit konseptið, sigur Niels Mortensen.
Hann sigur, at starvsfólki í Burger King arbeiða undir nøkrum ógvuliga strongum altjóða reglum og krøvum, sum skulu fylgjast. Tey hava heilt einfalt ikki loyvi at selja til fólk uttan bil. Og Niels Mortensen viðgongur, at tað sjálvsagt er harmiligt fyri tey, ið ikki hava nakran bil. ? Men tey kunnu altíð fara onkra aðra staðni at keypa, heldur hann. ? Og um tey ynskja mat frá Burger King, so kunnu tey altíð koma innan kl 20, tá matstovan inni er opin.

Altjóða reglur
? Eg haldi avgjørt, at tað er at fara ov langt at kalla hetta fyri diskriminatión. Og eg haldi ikki at tað er løgið, at fólki til gongu verður noktað at keypa, tá treytirnar siga, at tey ikki hava loyvi til tað. Vit hava nakrar reglur sum siga akkurát hvussu nógv sekund skulu ganga frá tí, at bilurin bíleggur og til hann hevur matin í bilinum. Um fólk til gongu fara at koma upp ímillum har, fer tað sjálvsagt at taka longri tíð at fáa matin kláran, sigur Niels Mortensen.
Hann sigur, at tað einaferð um mánaðin er eitt umboð fyri Burger King í SMS og kannar, at allar reglur verða hildnar. Maturin skal hava standard kvalitet, tað skal ganga so og so skjótt at avgreiða kundarnar o.s.fr. ? Verða reglurnar ikki hildnar, kunnu vit risikera at missa Burger King konseptið. Tað er avgjørt ikki nakað, sum vit ætla okkum, slær Niels fast. ? Um umboðið sær, at fólk, ið eru til gongu sleppa at keypa við drive-in lúkuna, skapa vit nógvar trupulleikar fyri okkum sjálvi. Hetta eru reglur, ið ikki kunnu broytast ella boyggjast, sigur hann.
? Sjálvsagt er tað keðiligt fyri tey, sum ikki eiga nakran bil. Men vit fáa ikki gjørt nakað við tað, tíverri. Um vit framhaldandi ynskja at hava Burger King, so mugu vit halda okkum til strongu altjóða reglurnar, sum eru settar. So um spurningurin strandar á, um fólk til gongu noyðast at leiga sær ein taxabil fyri at sleppa at keypa, so má eg svara ja. Ella mugu tey fara onkra aðrastaðni. Drive-in er bert fyri fólk, ið koma við bili, so einfalt er tað, staðfestir Niels Mortensen at enda.