Nú summarið nærkast av álvara og frítíðarbátar og kappróðrarbátar eru flotaðir, heita myndigleikarnir á bátafólkið um at vísa góðan bátasið, og samstundis verður mint á tær reglur sum eru galdandi fyri, hvør trygdarútgerð skal vera umborð á bátinum.
Talan er bæði um at geva nøkur góð ráð og um at vísa á tær reglur, sum eru galdandi fyri, hvør trygdarútgerð, skal vera umborð á bátunum.
Eins og koyring og rúsdrekka ikki hóska saman, hóskar rúsdrekka og bátur heldur ikki saman, og ráðini frá myndugleikunum eru tískil, at fólk skulu ikki sigla ávirkað, og tað eru eisini óráð at fara móð og troytt í bát.
Eini góð ráð eru at kanna veður, vind og streym, áðrenn loyst verður frá landið og sjálvsagt skal tann bjargingarútgerð, sum er kravd, vera umborð.
– Minnist til at VHF, rás 16, er neyðrásin, og hon skal bara verða brúkt í neyðstøðu. Tí skal rás 16 altíð standa opin og fartelefonin eigur at koma í aðru røð, siga myndugleikarnir.
Tað eru eisini eini hent ráð at royna radioútgerðina við jøvnum millumbilum og í hesum sambandi verður heitt á bátseigarar um at kalla Tórshavnradio til eina radioroynd. Hon er ókeypis og kallið skal endast við at siga, hvørji rás tit eru á.
Serligar reglur eru galdandi fyri kappróðrarbátar.
Undir venjing skal øll manningin skal vera í góðkendum bjargingarvesti, Undir róðrinum er tað ikki ein treyt at vera í veski, men teir skulu kortini vera í bátinum. Hinvegin kann høvuðsdómarin áleggja manningini at vera í vestinum undir róðrinum, tá ið hann heldur, at tað er neyðugt.
Samstundis skal kumpass, pøs ella eyskar at oysa við, vera í bátinum og teir skulu eisini hava radarreflektor á eini stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar.
Samstundis skal floyta, ella blásilúður, eisini vera í kappróðrarbátum og eru manningarnar undir 15 ár, er tað felagið, tær rógva fyri, sum hevur ábyrgdina av, at tær eru í vesti.
Bátar, sum verða brúktir til ferðafólkaflutning, skulu verða útgjørdir eftir reglunum hjá Skipaeftirlitinum.
Men í serligum førum kann Fiskiveiðieftirlitið loyva, at bátar víkja frá minstakravinum um bjarginarbelti ella bjargingarvest, tá ið hetta annars ikki er til ampa fyri tryggleikan umborð.
Niðanfyri er eitt skjal, har greitt verður frá, hvør trygdarútgerð skal vera umborða á frítíðarbátum