Soleiðis fer Eysturoyartunnilin at síggja út

Tunnilsfelagið Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur í dag undirskrivað avtalu við norska felagið NCC um at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Samlaði prísurin verður 2,6 milliardir krónur. Avtalan við NCC er verd beint yvir 2 milliardir krónur. 

 

Ætlanin er at spreingja Eysturoyartunnilin fyrst og síðani Sandoyartunnilin. Meðan Sandoyartunnilin verður sprongdur, verður Eysturoyartunnilin gjørdur liðugur.

 

Tunnilsfelagið vónar, at fyrsta skotið í Eysturoyartunlinum verður í ár.