Soleiðis kann hendan perlan verða til størst gagn

Løgtingsmaður hevur eitt uppskot um, hvat Hoydalar skulu brúkast til - men landsstýrismaðurin stúrir fyri, at húsið má rívast niður

Hoydalar skulu verða ein heilsudepil fyri allar Føroyar. Tað heldur Heðin Mortensen, løngtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og fyrrverandi borgarstjóri í Havn.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, nam Heðin Mortensen eisini við bygningarnar í Hoydølum, sum nógv kjak hevur verið um.

Studentaskúlin varð fluttur úr Hoydølum, tí húsið var óbrúkiligt at hava næmingar gangandi í, men Jenis av Rana, landsstýrismaður staðfestir, at hóast tað ikki kundi brúkast til skúlanæmingar, hevur tað kortini verið rættiligur gravgangur eftir bygningunum.

Tað liggur kortini fast, at Listafólkasambandið, Lisa, hevur fingið gentukostdeilina, sum brendi í grund fyri nøkrum árum síðani, og sum av tí sama er lutfalsliga nýbygd og hjallin.

Tað liggur eisini fast, at dreingjakostdeildin, har sanatoriið varð, skal friðast. Hinvegin eru nógv uppskot um, hvat sjálvur skúlabygningurin, fimleikarhøllin, og aulan, skulu brúkast til.

Heðin Mortensen sigur, at hetta er ein perla og at vit eiga at hugsa okkum væl um.  Men sjálvur heldur hann, at økið er best farið við at gera tað til ein heilsudepil burturav til alt landið, við bæði endurvenjing, endurmenning, og øðrum tilboðum. Tað hevði eisini passað væl til upprunaliga endamálið við økinum, tí tað var gjørt til sjúklingar við tuberklum, leggur hann afturat.

Tað hevur verið sagt, at bygningurin er í ringum standi, men hann ivast ikki í, at hann kann brúkast. Hann brúkar Kommunuskúlan sum dømi, tí hann var fullur í soppi, men er nú eitt prýði fyri Havnina.

At gjørt Hoydalar til ein heilsudepil hevði gagnað øllum Føroya fólki, heldur enn at brúka tað til okkurt, sum vísir seg at vera ein løtuvinning.

Men Jenis av Rana sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at bygningarnir eru í so ringum standi, at tað loysir seg ikki at umvæla teir.

Ein støðulýsing er gjørd av bygingunum, og hon er ikki endaliga liðug. Men sambært eini fyribils niðurstøðu, sær svart út, tí bygningarnir eru í verri standi, enn vit hava givið okkum far um.

– Vit tosa ikki bara um sopp, men um at sjálvt betong og berandi konstruktiónir eru rættiliga illa farnar, og tí er tað nógv, sum bendir á, at tað ikki loysir seg at umvæla teir, sigur hann. Er støðan so ring, at tað kostar meiri at umvæla bygningin heldur enn at byggja ein nýggjan, verður tað heldur ikki gjørt.

Kunnu teir ikki brúkast, mugu teir takast niður, og so fyriliggur ein heilt nýggj støða, sigur Jenis av Rana.

Heilt nógv uppskot hava verið frammi um, hvat økið skal brúkast til. Sjálvur hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt sær nakrar tankar. Hann vil heldur ikki siga, um hann heldur, at Hoydalar skulu brúkast til eitthvørt almannagagnligt endamál, ella um økið skal brúkast til okkurt annað. Eitt uppskot hevur verið at gera íbúðir har, men tað hevur hann heldur onga viðmerking til.

– Lat okkum fyrst fáa greiði á, um bygningurin yvirhøvur kann umvælast og so taka vit støðu út frá tí, sigur Jenis av Rana.