Soleiðis kann tað verða bíligari at fáa bústað

Í framtíðini skulu fólk sleppa frá at keypa sær grundstykki at byggja sær hús á. Tað er ein máti at gera tað bíligari hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið, varð ført fram á pallborðsfundi, Framsøkin Ung skipaðu fyri í gjárkvøldið, og har Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Framsókn, vóru umboðað.

 

Endamálið við fundinum var at umrøða bústaðarneyðina og eitt tey tosaðu nógv tosað um, varð, hvussu tað kann verða bíligari at fáa sær tak yvir høvdið.

 

Og í hesum sambandi varð nevnt, at ein møguleiki er at fólk skulu sleppa undan at keypa grundstykki, tey byggja sær bústað á. Ístaðin fyri skulu tey kunna langtíðarleiga eitt grundstykki og tað merkir, at tey sleppa undan at leggja fleiri hundraðtúsund á borðið, bara upp á at útvega sær eitt grundstykki. 

 

Verður eitt grundstykki langtíðarleiga, heldur enn keypt, verður tað munandi bíligari at byggja, men í longdini koma pengarnir fyri grundstykkið inn aftur í leigu.

 

Bæði Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Bárður S. Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, nevndu hendan møguleikan, og Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, heldur, at tankin er áhugaverdur og eigur at verða kannaður.

 

Og Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, sigur, at hon er til reiðar at taka víðgongd stig fyri at bøta um bráðneyðuga tørvin á bústøðum.

 

Eitt nú tekur hon undir við, at kommunur fáa heimild at taka tænastugjøld fyri hús, sum fólk eiga, men sum eingin hevur fastan bústað í. Her hugsar hon um tey skulu gjalda fyri vatn, kloakk, fyri sløkkilið, og annað, sum tey, ið búgva í kommununi gjalda til. Hon heldur, at tað kundi skunda undir at fleiri hús vórðu leigað út.

 

Men hon vísir eisini á, at samstundis sum at Bústaðir eru í holt við einar 300 íbúðir, eru fleiri stórar, privatar íbúðarverkætlanir í umbúna. Tískil ivast hon ikki í, at um eitt ár, ella tvey, er bústaðarneyðin munandi minni, enn hon er nú.

 

Og tí heldur hon eisini, fer tað almenna nú at leggja seg á bústaðarmarknaðin kann tað fáa tey privatu at setast aftur, tí tey tora ikki at taka tann vágan á seg. 

 

Bæði Jørgen Niclasen og Bárður S. Nielsen leggja dent á, at Bústaðir skulu ikki hava lagaligri treytir enn tey privatu hava til grundstykki og fígging. Og sleppa Bústaðir at langtíðarleiga grundstykki, eiga privat eisini at sleppa tað. 

 

Kommunur langtíðarleiða longu nú alt byggilendi á havnarløgunum til virkisbygningar og tað er bara ein spurningur um at flyta tað yvir á bústaðarmarknaðin eisini, heldur Jørgen Niclasen.

 

Bárður S. Nielsen heldur, at verður talan um at langtíðarleiga grundstykki, eiga kommunur eisini at kunna langtíðarleiga grundstykki til einstaklingar, sum byggja, og ikki bara til fyritøkur.