TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásagnirnar hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum, sum komu í dystinum millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík, sum NSÍ vann, hóast teir í yvir 70 minuttir vóru ein maður í undirtali.
Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Helgi L. Petersen var viðmerkjari. NSÍ vann seg upp á annað plássið í effodeildini, og hava runavíkingar nú 30 stig, fimm stig færri enn KÍ.
Næsta uppgávan hjá NSÍ verður um júst eina viku klokkan 19. Hóskvøldið 30. juni tekur NSÍ ímóti hvítarussiska liðnum, Shakhtyor Soligorsk á Svangaskarði á Toftum. Talan er um dyst í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini.