TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásagnirnar hjá Tróndi Arge og Hilmari Jan Hansen av málunum á Argjum og í Fuglafirði, tá KÍ vann 3-1 á ÍF í Fuglafirði, og Víkingur vann 3-1 á AB úti á Argjum, og tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Tað fyrsta FM-heitið í søguni hjá Víkingi.
Í ljóðbrotinum hoyra vit málini í tí raðfylgju tey vóru skotin í dag. Ikki fyrrenn Andreas Lava Olsen skoraði til 3-1 vóru víkingar vísir í, at nú var FM-gullið í hús. Vit hoyra eisini dystarendan á Argjum í ljóðbrotinum.