Tað er nú stívliga eitt ár síðan, at býráðið í Eysturkommunu samtykti at taka av lægsta tilboðnum uppá byggingina av nýggja býráðshúsinum niðri á Oyruni í Norðragøtu. Tilboðið var frá KBH var áljóðandi 14.744.806 krónur uttan mvg.
Eftir tilmæli frá fyrisitingini valdi býráðið tá eisini at gera nakrar broytingar við eitt nú fasaduna og glasveggir innan, sum vóru við í upprunaverkætlanini fyri ein meirkostnað á 400.000 krónur.
Samlaði kostnaðurin fyri alla byggingina verður sostatt 19,3 miljónir krónur umframt innbúgv.
- Nýggja og stásiliga býráðshúsið kemur at verða karmur um alt politiskt og fyrisitingarligt arbeiði hjá kommununi í framtíðini. Almenna kommunala snarskivan kemur eisini at halda til her.
Í sínari kunning til borgararnar vísti Eysturkommuna á, at býráðshúsið eisini verður partur av miðstaðarætlanini niðri á Oyruni í Norðragøtu. Húsið er serstakt á tann hátt, at tekjan kemur at virka sum ein almenn gongubrúgv við uppihaldsøki tvørtur um Eiðisá.
- Talan er sostatt ikki bert um ein vanligan skrivstovubygning, men eina fríðkan av umhvørvinum niðri á Oyruni og eitt eyðkennisstað í Eysturkommunu, verður sagt.
Í vikuni, tá In.fo vitjaði í Norðragøtu, tóku vit viðheftu mynd av byggingini av býráðshúsinum.