Nýggi Smyril
Nú sæst rættiliga, hvussu nýggi Smyril fer at síggja út.
fyri einum mánaða síðani varð nýggja flaggskipið hjá strandferðsluni flotað og síðani varð hann sleipaður yvir á eina aðra skipasmiðju beint við.
Har er yvirbygningurin nú settur á hann so nú sæst veruliga, hvussu hann fer at síggja út.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá Strandferðsluni, sum er í Spania og hevur eftirlit við arbeiðnum, sigur at byggingin gongur framvegis sum ætlað.
Nú skal skipið innrættast og allar innleggingar gerast.
Seint í summar er ætlanin at royna allar skipanirnar umborð og í september skal hann royndartúr at vita, hvussu alt riggar.
Tað er ásett, at nýggi Smyril skal handast Strandferðsluni 12. oktober og tekniski stjórin á Strandfeðsluni sigur, at hann dugir ikki at síggja nakað til hindurs fyri, at tíðarætlanin fer at halda.
Annars lata vit myndirnar tala fyri seg.