– Ein av limunum hjá okkum er úr Vestmanna, og tá nú bátastevna var í Vestmanna, so valdu vit at fara handanvegin, sigur Bogi Krossteig, ein av kavarunum.
##med2##
Teir fóru við einum báti úr Vestmanna – vildu ikki sigla allan vegin úr Havn við bátinum hjá Tórshavnar Froskmannafelag.
– Hetta er ein roynd at finna nýggj støð at kava kring landið. Vit hava eisini onnur støði í huga, sum vit ætla at fara at kanna nærri, eitt nú undir Múlafossi í Gásadali og Vestmannabjørgini, sigur Bogi Krossteig.