Soleiðis sleppur tú av við migrenu

Eftir eini nýggjari amerikanskari kanning at døma, kann kostískoyti hjálpa fólki, sum eru plágaði av migrenu

 
 
Q10 hjálpir kyknunum í kroppinum at framleiða orku, og granskarar halda, at migrena kemst av, at tað er júst orku heilakyknunum vantar.
               Í kanningini fingu royndarpersónarnir 100 mg Q10 3 ferðir um dagin. 48 prosent av teimum søgdu seg hava helvtina færri herðindi hesa tíðina.
               Læknar vita framvegis ikki, hví summi fólk hava migrenu. Hesi herðindini av sterkari høvuðpínu kunnu koma av strongd, óregluligum máltíðum og ov lítlum svøvni.
               Tað finnast í dag fleiri sløg av heilivági fyri migrenu. Men tað ber eisini til at royna akupunktur ella ávísar háttir við avslapping.
               Tvey onnur sløg av kostískoyti, sum eisini hava víst seg at hjálpt teimum, sum líða av migrenu eru, magnesium og riboflabin (B2).