KÍ hevur meldað seg innaftur í oddastríðið við einum trivaligum 3-0 sigri á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.
Hørður Askham legði KÍ á odda 1-0 tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Páll Klettskarð økti til 2-0, tá hann fyri fyrstu ferð síðani 1. umfar skoraði fyri KÍ í betrideildini. Málið kom tá 35 minuttir vóru farnir.
Tá 59 minuttir vóru farnir punkteraði Páll Klettskarð dystin við at økja til 3-0.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum trimum málunum hjá KÍ sum tryggjaðu 3-0 sigurin.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við tvífalda málskjúttan hjá KÍ, Páll Klettskarð hoyrist HER
Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við nýggja høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen hoyrist HER