“Journalistikkurin verður betri”
Anna Ellingsgaard, forkvinna í Føroysk Miðlafólk
Hvussu fer 2010 at hátta seg fyri føroyska fjølmiðlaheimin?
Skjótu tíðindini eru vorðin ókeypis á netinum einaferð við alla. Tí mugu hinir miðlarnir savna seg um útgreinandi bakgrundsjournalistikk. Fíggarliga verður neyvan pláss fyri meiri enn trimum útgávum um vikuna hjá teimum stóru bløðunum. Kringvarpið fer at humpa víðari í sama lag, inntil myndugleikarnir fata, at tað kostar at framleiða góðan journalistikk. Journalistfakliga støðið fer hinvegin at hækka, tí krøvini verða størri og fleiri eftirútbúgvingartilboð verða til miðlafólk. Eisini tí fólk eru troytt av lættisoppa og lata seg ikki longur lumpa av lýsingartilfari og spinndoktaríi, sum roynir at síggja út sum journalistikkur.
Hvat vónar tú fyri føroyskar fjølmiðlar og føroyskan fjølmiðlapolitikk í 2010?
At okkara politikarar umsíðir vísa dirvi til at skapa fíggjarligar umstøður fyri eini væl virkandi pressu og síðani halda fingrarnar langt vekk og geva henni arbeiðsfrið. At Kringvarpið fer at savna seg um sínar skyldur í nýggja Public Service sáttmálanum og sleppur av við alt lýsingartilfar, so privatu miðlarnir fáa ein kjans at yvirliva og báðir partar harvið kunnu røkja sín týðandi leiklut í okkara fólkaræði. At starvsfólkini í Kringvarpinum umsíðir fáa arbeiðsfrið og bløðini fáa útberingarstuðul, sum veruliga munar. At allar journalistiskar kreftir verða savnaðar í einum fakfelag við einum nútíðar sáttmála, sum tryggjar okkum munandi betri arbeiðskor.
------------
“Eg hómi ongan bata”
Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelagi teirra brekaðu í Føroyum (MBF).
Hvussu fer 2010 at hátta seg fyri borgarar við breki?
Øll eftirviðgerð í Føroyum til fólk við varandi breki er út av lagi vánalig. Í nógv ár hava ætlanir verið um at betra hetta, men peningur er heldur ikki settur av í 2010. Tí hómi eg ongan bata á eftirviðgerðarøkinum. Hetta hóvar okkum illa í MBF, tí hesi fólk hava ringa lívsgóðsku orsakað av vantandi uppvenjing. Grundarlagið fyri at betra um bústaðarmøguleikarnar er heldur ikki til staðar í 2010. Vit bíða enn eftir tí síðsta partinum av bústaðarpakkanum, sum er “serliga lutaíbúðarlógin,” sum hevur verið ávegis í fleiri ár og er tað enn. Enn mugu nøkur fólk búgva undir trongum og óvirðiligum korum. Vit fegnast um Heilsutrygdina, sum fer at virka í 2010, tí tey, sum eru ringast fyri og brúka sera nógvan heilivág, eru eisini tey, sum fáa størstu hjálpina.
Hvat vónar tú fyri føroyskan brekaðpolitikk í 2010?
At samtykti ST-sáttmálin verður eitt veruligt amboð og ikki bara eitt tómt lyfti. At sektorábyrgd kann staðfestast, og at alt lógarsmíð verður í tráð við sáttmálan. At orð verða til handling.
--------------
“Almennu Føroyar hava økt um óvissuna”
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum
Hvussu fer 2010 at hátta seg fyri føroyskt vinnulív?
Óvissa ávirkar eftirspurningin eftir vørum og tænastum bæði úti og heima. Almennu Føroyar hava økt um óvissuna við ikki at leggja langtíðarætlanir fyri at fáa bygnaðin í føroyska búskapinum í rættlag, bæði fyri vinnu og borgaran. Vónin er tó, at 2010 fer at roynast betri enn 2009. Í 2009 hevur føroyskt vinnulív arbeitt av øllum ávum fyri at trimma fyritøkurnar og soleiðis gera tær betri førar fyri at megna at standa ímóti lága konjunkturinum. Hetta kemur fyritøkunum til góðar, tá eftirspurningurin tekur seg uppaftur, og tað vóna vit, at hann ger út á árið í 2010.
Hvat vónar tú fyri føroyskt vinnulív og føroyskan vinnupolitikk í 2010?
Eg vóni, at 2010 verður árið, har landsins politiska leiðsla ásannar týdningin av, at vinnulívið hevur støðugar og forútsigiligar karmar. Hetta merkir, at lóggivið verður langfreistað, og at allar vinnur fáa somu viðferð, harímillum at studningur til ávísar vinnugreinar verður avtikin. Eg vóni somuleiðis, at stabilur vinnupolitikkur vil eggja altjóða íleggjarum at gera íløgur í Føroyum, nú alt fleiri fyritøkur skráseta seg á virðisbrævamarknaðinum.
-------------------
“Eg vænti eitt ríkt listarligt ár”
Oddfríður Marni Rasmussen, formaður í Listafólkasambandi Føroya (LISA).
Hvat væntar tú av føroyskari list í 2010?
Um eg skal døma frá 2009, so fer 2010 at skikka sær væl. Í gjøgnum allar tíðir hevur listin verið ymisk í góðsku, og soleiðis verður eisini í 2010. Eg vænti, at tónleikurin, bæði partiturtónleikur og poppur, fer at bjóða nógv gott. Eitt nú Tróndur Bogason og Teitur, Eivør og Guðrið Hansdóttir. Bókmentirnar fara at koma meir út í Danmark, við tað at Hugin Eide hevur stovnað Forlagið Tórgarð, og í Norra fara eisini fleiri føroyskar bøkur at koma út. Myndlistin er í spennandi menning, tí nógv ung eru komin inn í myndlistalandslagið (hóast tey ikki mála landslagsmyndir), so sum Silja Strøm, og Steinprent gevur myndlistafólkum nýggjar møguleikar. Nógvir góðir sjónleikir verða sýndir á Tjóðpallinum í 2010. Eg vænti, at vit fáa eitt listaríkt 2010, ið verður eitt framhald av 2009 á øllum økjum, og 2009 hevði nógv gott at bjóða.
Hvat vónar tú fyri føroyskt mentanarlív og føroyskan mentanarpolitikk í 2010?
Nógv mentanarlív er í Føroyum. Tó manglar at seta við, at ungdómurin eisini fær atgongd til tað, sum rørir seg í mentanarlívinum. Tiltøkini Ung í Føroyum og Listaleypurin eru gongdar leiðir. Vónandi verður Mentanargrunnur landsins umskipaður til eitt Listaráð. Vónandi flytur Tjóðpallurin í nýggj høli. Vónandi verður alt málpolitiska álitið, Málmørk, sett í verk. Vónandi finst ein góð loysn á upphavsrættinum, soleiðis at ikki allir pengarnir fara til umsiting í staðin fyri til listafólkini. Og eg vóni, at ein millión av teimum nýggju, sum Uttanríkisráðið hevur sett av til at promovera Føroyar uttanlands, fer til at gera list atkomandi í øðrum norðurlondum, ella har tað verður satsað.
---------------------
“Pensjónistar við skerdum førleika verða verri fyri”
Sigvald Kristiansen, formaður í Landsfelag Pensjónista
Hvussu fer 2010 at hátta seg fyri føroyskar pensjónistar og eldraøkið?
Hjá teimum pensjónistum, sum eru væl fyri til likams og sálar og hava eina inntøku afturat fólkapensjónini og samhaldsfasta, verður 2010 óbroytt frá undanfarnu árum. Hóast hægri avgjøld og skatt verður livihátturin hjá teimum ikki nervaður av fíggjarkreppuni. Pensjónistar við skerdum førleika, sum hava tørv fyri hjálp heima, verða verri fyri, tí heimahjálpin, sum er lítil frammanundan, verður enn meira niðursett. Hetta verður størsta avbjóðingin á eldraøkinum í 2010.
Hvat vónar tú av føroyska eldrapolitikkinum í 2010?
Størsta mál í eldrapolitikkinum í ár er støðutakan til nýskipan av pensjónini, sum vónandi verður til frama fyri komandi pensjónistar. Fyri núverandi pensjónistar verður ein nýskipan, sum higartil fráboðað, eingin bati, uttan so, at samhaldsfasta pensjónin hækkar munandi, tí grundupphæddin í fólkapensjónini verður minkað, avtikin. Ein livikorskanning hjá fólkapensjónistum verður liðug tíðliga í hesum ári, og vónandi kemur úrslitið at ávirka eldrapolitikkin til frama fyri teir pensjónistar, sum tørva mest hjálp.
-----------------
“Sálarsjúk hava bíðað ósømiliga leingi”
Tormóður Stóra, leiðari á Psykiatriska deplinum
Hvussu fer 2010 at hátta seg fyri psykiatriska økið í Føroyum?
Vit koma væl longri í arbeiðinum at skapa eitt meira fjøltáttað og dygdargott viðgerðartilboð til psykiatriskar sjúklingar og teirra avvarðandi. Eg vænti, at vit koma at síggja meira til tær umskipanir, sum vit hava arbeitt við í strembanini eftir at skapa eina samskipaða røkt og viðgerð í psykiatriini. Hetta ger kanska eisini, at tað verður meira sjónligt, at tað eru nøkur økir í psykiatriini, sum ikki fáa nøktandi raðfesting. Eg vænti, at vit endiliga koma í gongd við at skipa virðiligar bústaðarmøguleikar til fólk við sálarsjúkum, sum hava bíðað ósømiliga leingi.
Hvat vónar tú fyri føroyska psykiatri og føroyskan psykiatripolitikk í 2010?
At vit koma longri á leiðini at minka um fordómar, mytur og tabu um psykiatriskar sjúkur, so tað gerst lættari at vera psykiatriskur sjúklingur í Føroyum. Eg vóni, at tað verða gjørdar nakrar greiðar politiskar raðfestingar, sum gera, at vit komandi árini kunnu seta fokus á fyribyrgjan og heilsufremjan á psykiatriska økinum. Samstundis at vit koma á mál í árinum við at leggja til rættis nýggja psykiatriska depilin, soleiðis at vit kunnu koma nærri strembanini eftir at geva psykiatriskum sjúklingum meiri virðilig viðurskifti undir innleggjan og samstundis kunnu seta ferð á eitt sera spennandi konsept fyri psykiatriska viðgerð, sum arbeitt verður við.