Soleiðis verður koyrandi til Suðuroyar um 10 ár

Eitt felag skal yvirtaka alla samferðslu í Føroyum, bæði tunlar, vegir, brýr og strandfaraskipini

Skuldi partafelagið, sum í dag ger tunnil undir Tangafirði og Skopunarfirði, fingið allar sínar 2,4 milliardir krónur úr landskassanum, vórðu hvørki Eysturoyartunnilin ella Sandoyartunnilin, gjørdir.

 

Tað heldur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Og hann leggur afturat, at tað sama verður galdandi fyri ein komandi Suðuroyartunnil, at skal hann fíggjast úr landskassanum burtur av, kemur hann aldrin.

 

– Einasti møguleiki at fremja eina so stóra verkætlan er at hava okkurt at seta í veð sum kann geva eina lagaliga fígging. Og ferðslan eftir vegunum í Føroyum eitt framúr veð. 

 

 

–Samferðsla er ein av súlunum, sum ger at vit kunnu kalla okkum eitt samlað land. Samferðsan er eisini ein súla undir øllum øðrum tænastum í landinum, tí gjøldini ið fella í landskassan frá samferðslu, MVG av bilum, oljuavgjald, vektgjald, skrásetingargjald, og mangt annað, er størri enn tað, landskassin brúkar uppá samferðslu í okkara landi.

 

– Vit eiga tí sum skjótast at fáa lagt alla samferðslu í landi okkara í eitt felag eftir sama leisti sum vit kenna frá undirsjóvartunlunum, sigur Brandur Sandoy. 

 

– Felagið skal fíggjast við at fáa ein part av inntøkunum, sum longu fella í landskassan í dag frá samferðslu, og partvís frá brúkaragjøldum. Hann sigur, at felagið skal so hava allan rakstur, og alla nýgerð, av vegum, skipum og tunlum undir sær.

 

– Politiska skipaninin skal so gera av, hvat skal gerast fyrst og hvat skal gerast síðst, og felagið skal hava heimild at taka tað inn í brúkaragjaldi sum hetta kostar. 

 

– Verður hetta leisturin sum verður framyvir, er koyrandi til Suðuroyar, og nýggjar hóskandi ferjur eru útvegaðar at røkja siglingina til útoyggjar okkara, áðrenn tíggju ár eru farin, sigur Brandur Sandoy. 

 

Trýst HER og les meiri um, hvørja hugsan, borgarstjórin á Sandi hevur