Soleiðis fall umboðsráðsvalið hjá LÍV

10 nýggj fólk eru vald í umboðsráðið. Nýggja umboðsráðið verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum, og Finnur Koba gjørdist toppskorari við 1053 atkvøðum.

Ognarfelagið LÍV skal hava nýtt umboðsráð. Tað er greitt, nú freistin at atkvøða var úti á midnátt. 

 

Atkvøðurnar eru taldar upp, og úrslitið er, at hesi 35 fólkini (sí niðanfyri) manna umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV komandi fýra árini.

 

Lóður hevur staðið fyri valinum.

 

- Valið varð skipað við loyniorði og talgildum atkvøðuseðli. Lóður hevur talt atkvøðurnar upp og veitir vissu fyri, at úrslitið er rætt og álítandi.

 

10 nýggj fólk eru vald í umboðsráðið. Nýggja umboðsráðið verður mannað við 19 monnum og 16 kvinnum, og nýggja umboðsráðið tekur við komandi til aðalfund. 

 

Soleiðis sigur LÍV í tíðindaskrivi seinnapartin í dag.

 

##med2##