Soleiðis fer virkið á Varðanum á Tvøroyri at síggja út hinumegin fjørðin

Tað fer at skapa nógv meiri arbeiði á Tvøroyri

Soleiðis fer at síggja út á Tvøroyri um stutta tíð. Varðin Pelagic sigur, at tey leggja nógv fyri so at nýggja virkið ikki skal vera til ampa

Soleiðis fer virkið á Varðanum á Tvøroyri at síggja út hinumegin fjørðin

Tað var fult hús í Salti á Drelnesi í gjárkvøldið, tá ið borgarafundur var um ætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja eitt nýtt lýsi- og proteinvirki á havnarlagnum á Tvøroyri, uppat verandi virki.

 

Fólk á Tvøroyri hava verið stúrin tí tey halda, at hetta fer at oyðileggja dámin á Tvøroyri, umframt at tey stúra fyri lukti. Men Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum, sigur, at tey hava lagt nógv fyri, so at verksmiðjan ikki skal vera til ampa.

 

##med2##

 

Tey hava havt serfrøðingar at hjálpa sær og serfrøðingurin í at basa lukti, kundi veita vissu fyri, at tvørafólk fara ikki at verða plágað av lukti. Vit skulu byggja eitt virki, sum ikki luktar, ikki larmar og sum ikki støvar, segði stjórin á Varðanum.  

 

Men annars fer nýggja virkið at síggja út, sum myndirnar vísa.Hægsta punktið er ein skorsteinur, sum stingu góðar 50 metrar upp í luftina og sum er 2,7 metrar í diametur.

 

##med3##

 

Teir fýra goymslutangarnir eru 20 metrar høgir, men annars er virkisbygningurin seks metrar høgur. Tann nýggi parturin er tann brúnligi bygningurin fremst á myndini og hann verður einar 40 ferðir 50 metrar til støddar og harafturat skulu 140 metrar av bryggjukanti byggjast út eftir. Bæði skorsteinur og goymslutangar eru partvís grivnir niður. Og reinsiskipanin til luftina verður undir takið.

 

##med4##

 

Nýggja virkið kostar 300 milliónir og har verða 20 arbeiðspláss. Men hetta fer eisini at skapa støðugari arbeiðspláss á verandi virki, tí endamálið er at arbeiða svartkjaft og tí verður støðugari arbeiðið alt árið. Samstundis sigur Varðin, at hetta fer eisini at leggja lunnar undir surimi-framleiðslu - tað er fars úr svartkjafti, á virkinum. Útgerðin til tað er longu á virkinum. 

 

Soleiðis fer virkið á Varðanum á Tvøroyri at síggja út hinumegin fjørðin

Hetta verður útsýnið av Café Mormor

Soleiðis sær út oman fyri kirkjuna, sum hómast niðast høgrumegin

Soleiðis fer havnarlagið at síggja út av sjúkrahúsinum