Soleiðis gekk náttin í Ukraina

Ukraina sigur seg hava knúst russiska herdeild, sum royndi at sleppa um eina, á og mótálopini halda fram.

 

Loftmyndir av útbrendum hernaðarakførum og restirnar av eini flotbrúgv við ánnað Donets, sum russiskar deildir sambært Ukraina til fánýtis royndu at fara um tvær ferðir, sum førdi til stórtap. - Foto: Ukrainian Airborne Forces Comman/Reuters

Russiski herurin hevur eftir øllum at døma liðið ein eyðmýkjandi ósigur, tá ukrainskar deildir forðaðu russiskum hermonnum at sleppa um eina á.

Her eru nakrar hendingar úr krígnum í Ukraina:

* Russiskar deildi steðgaðar.

Ukrainskar deildir forðaðu eftir øllum at døma eini russiskari roynd at leggja eina flotbrúgv yvir ánna Donets fyri síðani at kunnu hertaka ein bý hinu megin ánna.

Men ukrainskar deildir lupu á við loftálopum og skotálopum.

Fylgisveinamyndir vísar nógv oyðilagdar russiskar stríðsvognar og pansaðar manningarvognar, meðan partar av flotbrúnni síggjast flóta á ánni. Eftir øllum at døma kostaði miseydnaða royndin nógvum russiskum hermonnum lívið.

Í gjár gjørdur russiskar deildir enn eina roynd at leggja eina brúgv, men aftur tá vóru teir álopnir. Tað upplýsir guvernørurin í Luhansk.

* ES fer at seta upp útflutningsgeirar

20 milliónir tons av korni skulu flytast úr Ukraina. Og tað skal henda innan tríggjar mánaðir fyri at tryggja ukrainska útflutningin og matvøruveiting til onnur lond.

Tí fer ES nevndin at stovna tað, sum verður kallað »solidaritetsbreytir« úr Ukraina inn í ES. Tað sigur ES-kommiserurin fyri flutning, Adina Valean.

* Krígsútreiðslur fyri milliardir.

Ukraina hevur verið noytt at brúka upphæddir svarandi til 8,3 milliardir dollarar upp á kríggið heldur enn at menna landið. Tað upplýsti ukrainska fíggjarmálaráðið í gjár.

* Ráð fer at kanna krígsbrotsgerðir.

ST Mannarættindaráðið fer at kanna møguliga krígsbrotsgerðir framdar av russiskum hermonnum í Kyiv-økinum. Russlandi vísir aftur at hava lopið á sivil fólk.

* Zelenskyj: Yvir 100 sjúkrahús eru oyðiløgd.

Síðani russiska innrásin byrjaði hava russar lopið á 570 sjúkrahús, heilsumiðstøðir og aðrar heilsustovnar. Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj. Álopini hava ført við sær, at 101 sjúkrahús púra eru løgd í oyði, sigur hann.

* Heita á netrisar um at goyma prógv.

Fýra demokratiskir politikarar úr Umboðsmannatinginum hava biðið stjórarnar í YouTube, TikTok, Twitter og Facebokk um at goyma innihald, sum kann brúkast sum prógv ímóti russisku krígsbrotsgerðunum.

* Fleiri sivil eru dripin.

Minst fimm sivil fólk eru deyð í harðum stríði millum russiskar og ukrainskar deildir í Donetsk-økium. Tað upplýsa ukransku myndugleikarnri. Kunningin er ikki váttað frá óheftari síðu.

 

Keldur: Reuters, AFP, VG, Daily Mail, NBC News, Kyiv Independent.

/ritzau/

 

 

 

Loftmyndir av útbrendum hernaðarakførum og restirnar av eini flotbrúgv við ánnað Donets, sum russiskar deildir sambært Ukraina til fánýtis royndu at fara um tvær ferðir, sum førdi til stórtap. - Foto: Ukrainian Airborne Forces Comman/Reuters