Í býráðssetuni frá 2016-20 vóru ymisk arbeiði í gongd. Eitt nú Skúlin á Fløtum og Musikkskúlin, eins og samgongan raðfesti svimjihylin og aftaná tað ellisheimið.
Eisini blivu aðrar smáíløgur gjørdar – soleiðis sum økini kravdu tað.
Tískil samdust vit eisini um, at rúmd ivaleyst varð fyri einari minni loysn á eldraøkinum, meðan vit bíðaðu eftir, at stórbyggjaríini vóru liðug og vit skuldu sleppa framat við ellisheiminum.
Hetta bleiv til URD. Umlættingar- og rehabiliteringsdepil.
Sum nýggj í politikki og forfólk á eldraøkinum var nógv at seta seg inn í - býti millum politikk og umsiting, býti millum serkunnleika og umsiting og leiklutir hjá fólkinum, eitt nú hoyringar v.m.
Politikarin hevur sum høvuðmál at arbeiða vegna fólkið, grundgeva fyri tí økinum, sum hann er valdur at taka sær av, - í hesum føri hyggja eftir staðsetingum, eitt nú um tað skal verða í vesturbýnum, eysturbýnum, á Argjum ella um hvussu vit nú velja at útbýggja eldraøkið í Tórshavnar Kommunu.
Í okkara føri spældi tað nógv inn, at vit skjótt kundu fara til verka við URD – tí tørvurin var stórur; og okkum varð víst til økið í Hoyvík, sum var ogn hjá kommununi, sum av fyrstan tíð var ætlað til dagstovn, sum tíðin var farin frá og sum nú skuldi eitast væl egnað til henda depilin.
Vit hugdu eftir staðnum og kundu verða samd í, at økið tóktist friðarligt við tí endamáli fyri eyga.
Økið varð boðið út og ein arkitektakapping fann vinnandi uppskotið.
Politikarar vóru ikki við í tí arbeiðinum, og umframt fólk úr umsitingini vóru uttanhýsis serkøn við í einari viðgerð av innkomnu uppskotunum.
Politikarar skulu (helst) samtykkja viðmælda uppskotið og modellið sást nú í tess veldi millum grannalag og umhvørvi.
Um politikarar ikki samtyktu hesa loysnina og bygging, sum tóktist størri enn upprunaliga mett og við allari virðing fyri tí kritikki sum var, skuldi nýggj staðseting finnast, arbeiðið í nýtt útboð, nýggir kostnaðir, eins og arbeiðið hevði komið í drag og verið nógv seinkað.
Eg skrivi hetta fyri at kunna um, hvussu leikur fer og hvussu tað mangan er torført, møguliga meira hjá nýggjum politikarum, at navigera í givnum arbeiðs- og ábyrgdarformum. Um ein vil bera skjótt at.
--
Seinni í somu setu samtyktu vit so nýggja ellisheimið – sum skuldi hava eini 68 kømur og 14 røktarbústaðir (hetta talið og býtið er ein søga fyri seg, sum eg áður alment havi havt spurningar um.)
Politikarar høvdu fingið at vita, at eitt øki úti í Marknagili var væl egnað til hetta nýggja ellisheimið, og hildu vit eisini, at túrurin var komin til vesturbýin.
Tá hetta, langt um leingi, skuldi samtykkjast í Býráðnum, greiddi onkur okkum frá, at ónøgd var um staðsetingina og ávís mótmæli fóru at vera í býráðssalinum.
Orsøkin var, at íroknað økið í Marknagili var eisini ein vegaføring niðan til Hotel Føroyar, sum ónøgdin skuldi standast um.
Vit vistu ikki um hetta sambandið millum veg og bygging og tóku málið av skrá fyribils.
Seinni fingu vit nýtt uppskot um, at um vit fluttu heimið niðan á Stórutjørn, so vóru vit nógv betri og fríari stillað við atliti til byggjarí og vit kundu byggja bæði heim og røktarbústaðir, soleiðis sum vit vildu tað.
Stórastjørn hevði júst tá verið boðin út til arkitektakapping og hetta skuldi verða ein nýggjur býlingur upp í Hoyvík. Ja, her skuldu vera fleiri sløg av bústøðum, eisini dagstovnar til børn, okkurt til yngri, eldraøki og ymiskt, sum tóktist framskygt í nýggjum bústaðarhøpi.
Og sum eisini hevði til endamáls at samantvinna ættarliðini í nýggjum øki.
Í løtuni síggja vit virksemið har, niðan frá Løgmannabreyt og tí rundkoyringini.
Tað stutta av tí langa varð, at vit samtyktu tað, sum vit alla tíðina hildu skuldi verða úti í Marknagili, uppi í Hoyvík.
Ikki tí tað skuldi vera í Hoyvík, men tí ivasama viðgerðin og drúgva bíðitíðin hevði gjørt, at vit nú høvdu skund og sóu fyri okkum, at hetta fór at kunna fara av bakkastokki beinanvegin.
--
Okkara seta var liðug og nýggj fólk settust við róðrið. Ellisheimið varð ikki bygt í næstu setuni. Tað einasta, sum bleiv gjørt í tí setuni, varð samtyktin um at flyta heimið oman í Dalin Langa – har sum nú útmálingar og steyrar vísa eitt nýtt lendi, klárt til útgrevstur og í stuttari frástøðu frá umlættingar og rehabiliteringsdeplinum URD.
Soleiðis var henda søgan og eg rokni við, at flestu mál hava tað soleiðis. Skiftandi politikarar, trilvandi tilgongdir, somu umsiting, fleiri sokallað serkøn og eina samanrenning millum - politisk skifti, ráðgevingar og ivasamar loysnir við atliti til heildarinnlit, politikk, fólkið og kostnað.
Vit eiga onkursvegna at dvølja við sovorðið, endurskoða politisk og umsitingarlig avrik og slóða fyri nýhugsanum, sum fáa okkum meira á beint í arbeiðinum.
--
Fólkið velur politikarar og verður umboðanin ein mynd av fólkinum.
Høvuðsuppgávan hjá einum borgarstjóra er at hava ta leiðsluábyrgd og tey fólk, sum tryggja politikarum besta samskifti, bestu skipanir og bestu ráðgeving í tí stóra arbeiði, sum politiska uppgávan er.
Einki er fullkomið – tó er altíð pláss fyri betringum.
Bergun Kass