Soleiðis sær friðarætlanin hjá Kina fyri Ukraina út

USA: Um Kina vil hava ein uppbyggjandi leiklut, so eigur tað at fáa Russland at steðga krígnum.

 

Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix

USA er sera ivasamt um friðaruppskotið, sum forsetin í Kina, Xi Jinping, hevur havt við sær undir eini vitjan hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, í Moskva.

John Kirby, sum er trygdarpolitiskur talsmaður hjá amerikonsku stjórnini, segði í dag, at Kina ikki hevur eitt uttanveltaða áskoðan um kríggið í Ukraina.

– Um Kina vil hava ein konstruktivan leiklut, so eigur tað staðiliga at heita á Russland um at steðga kríngum, sigur Kirbu.

Ætlanin hjá Kina fyri at skapa frið í Ukraina er ein ætlan í 12 punktum – millum annað ein áheitan til umgangandi vápnahvíld. Men tað er mest talan um grundreglur og eina áheitan til samskifti og politiska loysn.

Ætlanin tekur ikki atlit til ukrainska kravið um, at allir russiskir hermenn skulu takast úr landinum.

Xi hevur ikki sett seg í samband við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fyri ella undir vitjanini í Moskva, sum endar í morgin. 

Ukrainski forsetin hevur í dag boðið Kina til samskifti um ukrainska uppskotið ti eina friðarloysn við Russland.

Uppskotið hevur í sær at Russland tekur alt herfólkið úr Ukraina – eisini á Krim hálvoynni. Hetta hevur Russland útilokað, men Zelenskyj vil fegin tosa um við Kina um uppskotið.

Keldur: Tass, AFP og Reuters.

 

/ritzau/

 

Jim Watson/AFP/Ritzau Scanpix