Í VikuskiftisSosialinum er ein størri samrøða við borgarstjóran í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, sum býr í Leynum. Í samrøðuni greiðir hann eitt nú frá, hvussu vatnorkuverkið hjá kommununi, sum tikið varð í brúk fyri nøkrum árum síðan, riggar, og hvussu stór oljusparingin er við alternativu orkuni.
Sum fyrst valdur á listanum, sum fekk fýra umboð, heldur Hans Jóhann Sørensen fram sum borgarstjóri, og hann fegnast um, at bygdirnar í kommununi eru væl umboðaðar í bygdaráðnum. Kvívíkar kommuna er víðfevnd, og tað eru fimm bygdir í kommununi, harav fýra bygdir hava umboð í nýggja bygdaráðnum.
Umframt Kvívík, eru bygdirnar Válur, Stykkið, Leynar og Skælingur í Kvívíkar kommunu. Í kommununi búgva umleið 620 fólk, og borgarstjórastarvið er hálvtíðarstarv. Hans Jóhann er útbúgvin byggifrøðingur, og hann byrjaði at arbeiða hjá Articon í 2008, og her er hann framvegis í starvi.
- Sum byggifrøðingur hjá Articon geri eg mest skrivstovuarbeiði, har ein partur av mínum arbeiðsøki er at rokna út tilboð og ymiskt annað. Tað er hetta, sum ger, at tað ber til hjá mær at arbeiða við síðuna av borgarstjórastarvinum.
Hvørki Hans Jóhann ella konan, Signe Skaaning, hava røtur í Kvívíkar kommunu. Hans Jóhann er uppvaksin í Havn, men hevur búð í Leynum í 22 ár. Bæði foreldrini hjá Signe eru donsk. Hon kom til Føroya sum tvey ára gomul, tá pápin kom upp higar at arbeiða fyri byggifyritøkuna, E. Pihl & Søn.
Fyri nøkrum árum gjørdi Kvívíkar kommuna íløgur í eitt vatnorkuverk, sum í fyrsti syftu gav hita til barnagarðin. Í øðrum lagi komu skúlin og svimjihylurin upp í skipanina, og kommunuskrivstovan kom við í fjør.
Borgarstjórin vísir á, at tað eru eini trý ár síðan, at skúlin og svimjihylurin komu uppí, og tá merkti kommunan eina munandi orkusparing.
- Vit brúktu umleið 66.000 litrar av olju um árið, og nú liggur samlaða oljunýtslan um einar 6000 til 7000 litrar. Soleiðis verða næstan 60.000 litrar av olju spardir í Kvívíkar kommunu um árið, sigur Hans Jóhann Sørensen og leggur aftrat, at vatnorkuverkið sum skipan riggar væl, men tað er trupult at sleppa heilt burtur úr oljuni.
Lesið eina størri samrøðu við borgarstjóran í Kvívíkar kommunu. VikuskiftisSosialurin, sum kom fríggjadagin, fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.