Fólk hava lagt blómur, heilsanir og tekningar við kongsslottið í Oslo, síðani Harald kongur doyði 28. august. Í dag verður hann jarðaður. Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix

Soleiðis verður Harald kongur jarðaður í dag

Statsjarðarferðin hjá Haraldi kongi byrjar klokkan 13 í Oslo dómkirkju. Men longu ein tíma frammanundan fer kistan úr kongsslottinum, og ikki fyrr enn út móti klokkan 16 er almenni parturin av jarðarferðini liðugur.

Fólk hava lagt blómur, heilsanir og tekningar við kongsslottið í Oslo, síðani Harald kongur doyði 28. august. Í dag verður hann jarðaður. Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix

Harald V kongur verður jarðaður í norska høvuðsstaðnum Oslo í dag.

 

Dagurin byrjar við einari privatari løtu í Slottskapellet fyri tey nærmastu hjá kongi. Síðani verður skráin hendan – tíðirnar eru norskar tíðir, sum eru ein tíma framman fyri føroyska tíð:

 

Kl. 11 føroyska tíð: Høvuðsportrið í kongsslottinum verður latið upp, og kistan verður førd í skrúðgongu til Oslo dómkirkju.

 

Í fylginum eru millum onnur Haakon VIII kongur, Mette-Marit drotning, Ingrid Alexandra krúnprinsessa, Sonja drotning, Sverre Magnus prinsur og Märtha Louise prinsessa. Eisini útlendsk kongalig, ríkisleiðarar og umboð fyri almenna Noreg ganga við.

 

Samstundis verður sorgarsaluttur skotin frá níggju salutstøðum hjá norsku verjuni. Skotin verða 21 við 30 sekundum ímillum.

 

Kl. 12 føroyska tíð: Statsjarðarferðin í Oslo dómkirkju byrjar. Olav Fykse Tveit, preses í norsku kirkjuni, stendur fyri gudstænastuni.

 

Samstundis verður ein tøgn í ein minutt í øllum Noregi. Almenn ferðsla steðgar eisini henda minuttin, og kirkjuklokkur kring landið ringja undan og eftir tøgnina.

 

Kl. 13 føroyska tíð: Jarðarferðin í dómkirkjuni endar, og kistan verður førd í skrúðgongu til Akershus Slottskirke. Har verður ein privat løta fyri familjuna og kongaligu gestirnar.

 

Kistan hjá Haraldi kongi verður síðani sett í sarkofagin í kryptini undir slottskirkjuni. Har standa eisini sarkofagarnir hjá fyrrverandi norskum kongum.

 

Kl. 13.05–13.30 føroyska tíð: Fýra norsk F-35-hernaðarflogfør flúgva yvir Oslo dómkirkju. Eitt teirra fer úr fylkingini og flýgur uppeftir sum ímynd av, at kongurin er farin.

 

Kl. 14.50 føroyska tíð: Almenni parturin av jarðarferðini endar við kanónsalutti frá teimum níggju salutstøðunum. Fløggini, sum hava verið á hálvari stong á almennum bygningum, verða síðani vundin á stong.

 

Kongsfamiljan fer aftur til kongsslottið. Haakon VIII kongur og Mette-Marit drotning fara saman við Ingrid Alexandru krúnprinsessu, Sverre Magnusi prinsi og Sonju drotning út á svalan á slottinum at heilsa fólkinum.

 

Síðani verður móttøka á kongsslottinum fyri familju, umboð fyri almenna Noreg og útlendskar ríkisleiðarar og kongalig.

 

Keldur: Ritzau, norska kongshúsið og NTB

 

Fólk hava lagt blómur, heilsanir og tekningar við kongsslottið í Oslo, síðani Harald kongur doyði 28. august. Í dag verður hann jarðaður. Mynd: Heiko Junge/Ritzau Scanpix