Danska veðurstovan roknar við, at tað verður gott veður í dag. Í morgin verður ælaveður og regn.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av vestri, í kvøld av suðri. Turt og nakað av sól, men í løtum skýggjað veður. Í nátt 5-10 m/s av suðri og landsynningi. Skýggjað og fyri tað mesta turt, men seint í nátt regn. Hitin alt døgnið millum 6 og 10 stig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av suðri. Skýggjað og ælaveður, um kvøldið regn. Hitin verður millum 6 og 10 stig.