info
Ongi úrslit

Soltið kvøld hjá føroyingaliðunum í Íslandi

Bæði KA og ÍBV vóru fyri tapi í kvøld

Heri Simonsen
2. mars 2023 kl. 22:35

Hetta gjørdist eitt soltið kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum í Íslandi.

Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og liðfelagarnir í KA vóru fyri fjórða tapinum á rað, tá teir taptu 26-30 fyri Stjørnuni á útivølli. Í steðginum var Stjarnan á odda 13-12.

Allan skoraði trý mál fyri KA í kvøld, og Nicholas var noteraður fyri 14 bjargingar í málinum hjá KA.

KA er triðaftast í deildini við 11 stigum, og enn eru teir langt frá bjargaðir undan niðurflyting.

Allan og Nicholas fara nú at ferðast heim til Føroya fyri at fyrireika seg saman við hinum í landsliðshópinum til EM-undankappingardystirnar móti Rumenia.

Dysturin í høllini á Hálsi verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

Janus Dam Djurhuus og liðfelagarnir í ÍBV taptu á útivølli í Hafnarfirði 24-27 fyri FH. Í steðginum var FH á odda 15-13.

Janus gjørdist triðbesti málskjúttin hjá ÍBV við fýra málum í kvøld. 

 

Lið: Dystir Málmunur Stig
Valur 17 593:500 31
FH 18 545:533 24
Stjarnan 18 534:509 21
ÍBV 16 516:478 20
Fram 17 505:500 19
Afturelding 17 503:482 19
Selfoss 17 517:515 19
Haukar 17 503:487 17
Grótta 17 476:487 13
KA 18 522:560 11
ÍR 16 456:526 8
Hörður 16 469:562 2

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Kára og Sara skutu fyrstu málini fyri A-landsliðið

47 minuttir síðan
Tíðindi

USA setir revsitiltøk í verk móti Altjóða revsidómstólinum

58 minuttir síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

1 tími síðan
Tíðindi

Einar's Distillery spílar seg út til heystið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Rotin politikkur – ella eru vit veljarar sjálvir ein partur av trupulleikanum?

2 tímar síðan
Tíðindi

Ritsalong í Gallarí Havnará - »Heystið og æviga ringrásin«

2 tímar síðan
Tíðindi

Vil banna børnum at keypa orkudrykkir

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Politiskt dirvi og strategiskar íløgur bera ávøkst

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tað skal loysa seg at hava samband við arbeiðsmarknaðin!

2 tímar síðan
Tíðindi

Felags lønar­karm­ur­in verð­ur 3,86 prosent

3 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa ikki við bussi til morgunflogið

3 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveinamyndir vísa stórar vatnflóðir í Brasil

4 tímar síðan