Solveig Brestisson Hansen til minnis

Mostir okkara var í fagrasta veðri borin til gravar úr Christianskirkjuni í gjár 22. apríl.  Hon varð 86 ára gomul (21.02.1938 - 19.04.2024).

Hon var ein týdningarmikil partur í lívinum hjá okkum fimm systkjum á Biskupsstøð: Finn, Karini, Sjúrði, Poulinu og Katrini. Hon var yngst av børnunum í seinnu giftu hjá abba okkara í Skúvoy, Sigmundi Bresti Thomsen, meðan mamma okkara, Turið, var onkabarnið í fyrru giftu.

 

Abbi okkara kom 16 ára gamal at sigla sum útróðrarmaður við báti úr Klaksvík. Har hitti hann  ommu okkara, Poulinu.Tey giftust og fingu mammu. Omma doyði bert 23 ára gomul. Mamma kom til fosturs hjá mammubeiggjanum, Símuni  (Heinasímun) og konuni Rakul. Tey vóru barnleys. Abbi fór aftur til Skúvoyar at búgva, men helt fram við at sigla úr Klaksvík, so hann kundi hava gott samband við dóttrina. Hetta var sera týdningarmikið, eisini tí at Símun doyði, tá mamma var 11 ár, og Rakul doyði, tá hon var 18.

 

Lukkutíð fyri mammu átti hon eisini eina ommu á Vágsheygnum, ið var álitið hjá henni, og fýra øðrum móðirloysingum. Tær hildu allar væl saman alt lívið.

 

Seinni  giftist abbi Jacobinu í Skúvoy, og tey fingu Florentze, Tórálv og Sólveig. Florentze gekk í millum- og realskúla í Klaksvík í fimtiárunum, og Tórálvur sigldi sum fiskimaður  úr Klaksvík, í fyrstani saman við pápa sínum.

 

At koma til og frá skipi var stór avbjóðing tá, bæði hjá teimum og teirra. At koma úr Skúvoy til Klaksvíkar tók í byrjanini hjá abba meira ein ein dag. Stundum hoyrdu vit, at hann á veg til Klaksvíkar hevði gist hjá systrini, ið var gift  á Morsknanesi.

 

Tað hoyrir til barnaminnini tá abbi  fór ordiliga til skips, og tað frættist, at okkurt skip fór til Íslands ella Grønlands og tók post við til teirra, ið vóru har, at mamma beinaveg settist við skrivimaskinuna at skriva bræv til pápan. Eisini vit børn sendu brøv og tekningar við, og fast var tað at senda føroyskar avísir til abba. Tað dámdi abba.

 

Sólveig var nógv hjá okkum. Kom beint sum skúlin var liðugur. Tað, sum eyðkendi skúvoyingarnar, var teirra glaða lyndi, góðsemi, umsorgan  og góðu gávur at siga frá. Hetta høvdu tey frá pápanum, ið var frásøgumaður av Guds náði. Tað hoyrdi eg altíð frá monnum, sum høvdu verið til skips saman við honum. Og so vóru tey øll líka góð við mammu og okkum, við Skúoynna og við hvønannan. Fari eg ikki skeiv, hevur Solveig tosað í telefon við systrina Florentze í Jyllandi hvønn dag í mong Harrans ár.

 

Sólveig búði mesta av vaksna lívi sínum í Klaksvík. Hon dugdi alt við matgerð og tað at skipa fyri. Tí varð hon nógv umbiðin í sambandi við hátíðarhald, konfirmatiónir og brúdleyp. Hon dugdi ikki - og ynskti ikki - at bera seg undan, tá talan var um at rætta eina hond.

 

Eisini var hon okkum holl, tá vit undir læknastríðum í Klaksvík, noyddist at rýma og búu inni á Skála hjá Sofusi Thomsen  og Marionnu.  Mamma noyddist at halda seg burtur úr almenna rúminum, til tess at krógva seg fyri tíðindafólkum bæði úr Føroyum og Danmark.

 

Sum so mangan stóð Solveig við endan og syrgdi fyri, at vit høvdu tað gott.

 

Hon var komin til giftingar við Henry av Syðradali á Kalsoynni, tá hann  á útróðri saman við systkinabarni og pápabeiggja sínum hvarv í Kalsoyarfirði. Hetta var ein sorgardagur í Norðoyggjum í sekstiárunum, og mær kunnugt, hava tey á Syðradali hátíðarhildið minnisdag teirra sjólætnu á hvørjum ári síðani. Trúføst, sum Solveig var, leitaði hon altíð til Syðradals á hesum degi. Seinni møtti hon Marvini Hansen úr Gøtu. Tey giftust og settu búgv á Hædd í Klaksvík.

 

Heim teirra gjørdist eitt stað, har familjurnar hjá báðum - bæði børn og gomul - kendu seg væl. Tey bæði fingu ongi børn, men tey vóru framúr barngóð og haraftrat Gudrøkin.

 

Tað nutu vit øll gott av og ikki minst Sigmund onkabarnið hjá Tórálvi, sum í síni tíð giftist inn hjá Solveig og Marvin. Hann misti pápan blaðungur, og tað var stór sorg hjá okkum øllum, tá Tórálvur doyði í bestu árum.

 

Tá abbi, Jakubina og systir hennara, Marin Kristina, sum  øll høvdu búð saman í Skúvoy, eldust og viknaðu, ja, so fluttu tey til Klaksvíkar og inn til Solveig og Marvin at búgva. Har búðu tey í fleiri ár,  og haðani eru tey øll borin og jarðað suðuri í Skúvoy.  Marvin doyði fyri sjey árum síðani. Tað hevur verið Solveig mikil saknur.

 

Ráðaleys var hon ongatíð. Hon átti um  300 brøv, sum Marvin hevði skrivað henni - ikki altíð av skipi. Hann hevði tað soleiðis, at hann sendi hondskrivað bræv, um hann var í Skúvoy nakrar dagar á heysti ella á vári og hon ikki var við. Hesi  brøv uggaði hon seg við at lesa, tá hann var farin.

 

Beinta og Marjun, systurdøtur Marvin, eins og Sigmund, sum øll búgva í Klaksvík, hava altíð verið henni góð - eisini á gamalsaldrinum.  Og ikki minni hava børn teirra og Solveig havt gleði hvør av øðrum. Eisini hevur Ingolf hjá Florentze verður trúfastur gestur hjá mostrini. Sjálv hevði  eg  regluligt samband við hana í telefon seinstu árini.  Tað fari eg at sakna.

 

Friður veri við minninum um mostir okkara, Solveig.

 

Argir, hin 23. apríl 2024

 

 

 

Karin