Fyri størstu skipasmiðjuna í Føroyum er tað ikki nakað nýtt, at tað er trupult at fáa fatur á føroyskari arbeiðsmegi. Tað eru fleiri ártíggjund síðan, at teir fyrstu póllendingarnir komu til Føroyar at arbeiða innan stál og -sveisiarbeiði á føroysku skipasmiðjunum.
Men seinnu árini er tað vorðið alsamt trupulari at fáa starvsfólk innan onnur yrkir eisini, upplýsir Mouritz Mohr, stjóri í MEST.
- Vit hava somu avbjóðing sum allar aðrar fyritøkur innan vinnuna at fáa fatur á føroyskari arbeiðsmegi. Innan stál og sveising hevur tað verið so í nógv ár, tí eingin føroyingur arbeiðir innan tað yrkið, men seinastu árini hevur tað eisini vundið upp á seg innan onnur yrkir, so at tað í dag millum annað er torført at fáa fatur á maskinsmiðjum, sigur stjórin í stóra samtakinum.
Tað er serliga tey síðstu fýra árini, at stjórin í MEST hevur merkt, at tað hevur verið trupult at fingið føroyingar í tey leysu størvini, ið eru í samtakinum.
- Vit søkja av og á eftir fólkum her í Føroyum, men tað gevur sjáldan nakað úrslit, og tí er neyðugt at leita uttanfyri Føroyar eftir starvsfólkum, sigur Mouritz Mohr.
Sum nú eru umleið 80 útlendingar í starvi hjá fyritøkuni, men í seinastuni er tað eisini vorðið trupult at fingið fatur á arbeiðsmegi uttanfyri Føroyar.
- Tað er eisini vorðið munandi verri at fáa starvsfólk úr Skandinavia og Eysturevropa. Okkara avbjóðing er tann, at virksemið er so øgiligt í øllum Evropa í hesum døgum, so tað er eisini ein avbjóðing at fáa gott fólk aðrastaðni frá, sigur stjórin í MEST.
Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysið, ið er at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.

Somu avbjóðing sum allar aðrar fyritøkur

