Songrøddin fastløgd

Nú er greitt nær og hvar songrøddin kemur at vera í heyst. Byrjað verður heima á Sandi leygarkvøldið 26. september og sjálv finalan verður leygarkvøldið 14. november. Songrøddin hevur verið at kalla á hvørjum ári síðan 1983

Um Songrøddirnar

Síðan Songrøddin byrjaði í 1983, hava tað verið 16 vinnarar og ein ørgrynna av øðrum luttakandi, sum seinni eru vorðin kend í Føroyum, bæði á tónleikapalli og á plátu og fløgu.

Tey sum beinleiðis hava fingið útgávusáttmála við Songrøddina eru, Jórun úr Vági, sum í 1984 gjørdist kend um alt landið við lagnum um »Frøknurnar«, Kristian Nystrøm, ið vann í 1993, og seinni gav band út saman við manning úr Chase og Barlast og Gitte Wigand, ið vann árið eftir, og seinni bleiv kend sum You-Jane, og varð í hesum sambandi fyrsti føroyingurin sum gav út stakfløgu.

Onnur, sum seinni eru vorðin kend á fløgu og palli eru, Brandur Jacobsen við Ikaros, Siri úr Søldafirði við Ipkis, Kaj Johansen við Moirae, James Olsen við íslendsku Pappunum, Linda Olsen sum Singing Linda, Malan Eyðunsdóttir við Mark No Limits, Terji Rasmussen við Moira, Frankie Jensen við ymsum innspælingum, Eyðfinn Jensen við m.a. Eyðfinn og Kári (Stórasystir og lítlibeiggi), og ikki at gloyma Turið Dam, sum síðan hon vann í 1984 hevur spælt við kendum bólkum í Føroyum og Hollandi.


Songrøddin - ein amatørkapping

Meðan kappingin Prix Føroyar er kapping fyri etableraðar bólkar, er og verður songrøddin kappingin har øll kunnu luttaka. Einum nýtist hvørki bólk ella royndir fyri at vera við, eitt sindur av sjálvsáliti, dirvi og árræði, so ber væl til at bjóða seg fram.

Tað, at hendan kappingin er fyri øll hevur eisini verið væl móttikið á útjaðara økjunum í Føroyum, og hevur kappingin verið eitt hæddarpunkt, uttan síðustykki, fyri mangan luttakara seinastu árini, har nógv eru við tí at tað er stuttligt at luttaka. Eisini hevur verið stuttligt at sæð hvussu gott samanhaldið er millum teir lokalu luttakarnar, har ein fær ta fatan at tey eru samstarvsfelagir, og ikki kappingarneytar.


Nýggj skipan í ár

Vanligt hevur altíð verið, at fyrireikarnir velja 4-5 kend løg út, og tekningin fer fram á skrivstovuni hjá Songrøddini. Í ár eru farnar tvinnar broytingar fram í mun til undanfarnu árini. Tað fyrsta er, at í ár eru ábyrgdarpersónar settir fyri hvørt øki, sum taka sær av at fólk tekna seg, og hjálpa fyrireikarnum og luttakarunum við at samskipa kappingina. Hin broytingin er, at luttakarnir í ár kunnu vera við til at útvelja løgini. Hetta fer fram á tann hátt, at um umsóknin er fyrireikarunum í hendi í seinsta lagi mánadagin 24. august, kunnu luttakarnir velja upp til trý løg. Endaliga úttøkan av løgunum fer fram á skrivstovuni hjá songrøddini mánadagin 24. august.


Løgini á fløgu

Vanligt hevur verið, at tá luttakarnir tekna seg, fáa teir sendandi band við løgunum á. Talan er um instrumentalar útgávur av kendum løgum, sum fyrireikarnir velja út (í ár saman við luttakarunum). Í ár verður so tann broyting, at løgini vera á fløgu. Hetta kann lata seg gera fyri somu upphædd sum vanligt, við tað at fløgur í dag eru eins bíligar og bond í innkeypi.


Onkur nýggj støð

Fyri flestu økini er kappingin í ár á sama staði sum vanligt er. Tó skal leggjast til merkis, at í ár verður økiskappingin fyri Streymoy hildin í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hetta hevur ikki verið gjørt áður, tí Sjónleikarhúsið ikki hevur havt nakað dansigólv síðan »Goggudansurin« helt uppat fyri einum mansaldri síðan. Eisini er áhugavert at finalan aftur verður á Kambsdali í ár, eins og hon var tað fyrstu tíggju ferðirnar.

Høvuðsorsøkin til hesar broytingar er, at Gundadalshøllin, sum plagar at hýsa innleiðandi umfarinum í Havn í løtuni er til umvælingar, og at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki vil vita av slíkum tiltøkum longur. Hetta er spell, men gott at vit aftur hava fingið eitt virkið Sjónleikarhús.

Annars er vert at nevna, at miðvingar í ár standa fyri kappingini í Vágunum, at tvøramenn standa fyri kappingini í Suðuroy og at sandingar hava kappingina á Sandoynni.


Finalan

Sum sagt, verður finalan í ár hildin á Kambsdali, har hon var øll tey frystu árini. hetta er fyrst og fremst tí at Ítróttarhøllin á Hálsi ikki vil hava tiltøk longur sum varða longri enn til miðnátt. Eisini hava eysturoyingar víst stóran áhuga fyri at fáa finaluna aftur, og nú er hetta so avgjørt.

Finalan verður hildin 14. november og ætlanin er at hava fjølbroytt undirhald saman við sjálvari finaluni. Í løtuni er talan um tvinnar føroyskar rock bólkar. Tann eini er frammi í løtuni, meðan hin í veruleikanum er hildin uppat, men hevur sýnt áhuga fyri einari eingangs »genforeining«. Av tí at hesar avtalur ikki eru komnar uppá pláss enn, vilja fyrireikarnir ikki siga hvør tað er enn, men livst so spyrst.

Eitt alternativ er at fáa okkurt úendskt undirhald til landið, sum so ofta fyrr, men fyrireikarnir arbeiða við einari føroyskari loysn, sum skal standa mát við tey útlendsku tiltøkini sum higartil hava verið til finaluna.


Kostnaður

Fyri luttakarnar verður kostnaðurin í ár óbroyttur, kr. 100 fyri fløgu og luttøku. Fyri tey sum koma til tiltakið, verður prísurin kr. 80,00 fyri atgongumerki til økiskappingarnar, meðan atgongumerki til finaluna kemur at liggja um hundrað krónur. Kostnaðurin til finaluna verður treytaður av hvørjum undirhaldi fyrireikarnir fáa fatur á.


Tiltakið

Tiltakið er sum sagt afturvendandi, men økiskappingarnar eru altíð treytaðar av hvussu nógv tekna seg til kappingina. Tískil heita fyrireikarnir á fólk, um at tekna seg. Serliga á teimum smærru plássunum er umráðandi, at tað verða nógvir luttakarir, soleiðis at kvøldið verður so hugnaligt sum gjørligt.

Fyrireikarnir vænta eitt brak av einari kapping aftur í ár, og hugaligt verður at síggja luttakarar frá øllum landinum spíla seg út. Songrøddin er jú eisini ein dystur millum suðringar, sandingar, norðingar, vágafólk, eysturoyingar og havnarfólk, og eitt sindur av lokalpatriotismu ger jú bara tiltakið enn meir spennandi. Vit síggja fram til eina góða og spennandi kapping.


Songrøddin verður í ár fyriskipað sum økiskapping, har øll tey størru plássini vera vitjaði, og økisvinnarnir koma til finaluna. Økiskappingin verður hendan:


Sandoy: 26. sept. virkið á Sandi.


Eysturoy: 2.-3. okt. Glyvra Bio.


Vágarnar: 10. okt. Bygdarhúsið í Miðvági.


Streymoy: 17. okt. Sjónleikarhúsið í Havn.


Norðoyggjar: 23. okt. Longbrá í Klaksvík.


Suðuroy: 29.-30. okt. TB-Húsið.


Finalan 14. nov. Ítróttarhøllin á Kambsdali.


Tey ið ynskja at luttaka kunnu tekna seg á staðnum, við at venda sær til teir lokalu fyrireikarnar, ella við at venda sær til Songrøddina 98, sum er almennur fyriskipari av tiltakinum. Tilmeldingin kann fara soleiðis fram.


Songrøddin 98

Tlf.: 31 76 46

Fax:31 84 01

e-mail: fcbudin@post.olivant.fo

Post: Boks 1250, 110 Tórshavn

ella á staðnum.