Sonni Larsen, landsliðsvenjari, hevur í dag kunngjørt hvørjir 16 leikarar skulu spæla venjingardystir móti Finnlandi sum fyrireiking til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Danmark.
Les eisini: Fleiri óvæntað nøvn í landsliðshópinum
Ein hin mest óvæntaði leikarin, ið er úttikin, er Vilhelm Vilhelmsen úr Team Klaksvík. Hann spælir høgri vongur, og her eru nógvir um boðið.
Landsliðsvenjarin greiðir frá at klaksvíkingurin hevur ment seg ómetaliga nógv, og at har eru stórir møguleikar fyri at 25 ára gamli vongurin kann menna seg enn meira. Úttøkan er tó grundað á, at Vilhelm Vilhelmsen spældi eitt gott kappingarár í fjør í Team Klaksvík, har hann eisini er vorðin liðskipari, eins og at hann hevur víst seg sera væl fram til venjingarnar, sigur Sonni Larsen.
Hópurin telur eisini tríggjar mans, ið vóru við U20-landsliðnum í Makedonia í summar.
Hørður Trygvason var tá kosin besti málverji í kappingini, og hansara avgerandi leiklutur her, saman við einum serstakliga góðum venjingarhugburði, hevur givið honum pláss á A-landsliðnum.
Harafturat eru U20-dreingirnir, Brandur Halgirsson og Vilhelm Poulsen úttiknir. Teir eru ávikavist vinstri og høgri bakkur.Brandur Halgirsson hevur spælt saman við Hørði Trygvasyni í týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt, og vinstri bakkurin hevur eisini tikið góða venjingarhugburðin við heim til Føroya.
Saman við Vilhelmi Poulsen, var Brandur Halgirsson eisini sera avgerandi fyri góða úrslitið hjá U20-landsliðnum í Makedonia. Brandur Halgirsson stýrdi í miðverjuni, samstundis sum hann bæði skipaði spælið og skeyt góð langskot, eins og Vilhelm Poulsen, ið setti dundurskot eftir dundurskot inn av høgra bakki.
Sonni Larsen, landsliðsvenjari ger greitt, at hetta er ikki endaligi hópurin, orsakað av avboðum frá summum av útisetunum.
Summir av ungu og nýggju leikarunum eru eisini úttiknir við atliti til framtíðina, og tí hava teir kanska verið valdur fram um nakrir av eldru leikarunum, greiðir venjarin frá.
In.fo væntar at leikarar, ið enn kunnu koma inn í hópin, eru Nicklas Selvig, Àki Egilsnes, Allan Norðberg, ið allir eru vinstrahentir bakkar ella vongar, og so Niklas Simonsen, ið er málverji.
Hesir leikarar spæla allir uttanlands, og skulu spæla dystir við feløgum sínum samstundis sum landsliðið er í Finlandi.
Hópurin til EM-undankappingardystirnar verður úttikin eftir venjingarleguna í Finnlandi