Fyri viku síðani var føroyski Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni, tá ið FCM tapti 1-0 á útivølli í Brøndby. Ta ferðina stóð hann seg so mikið væl, at fleiri danskir miðlar vóru samdir um, at hann átti pláss á vikuliðnum, sum teir nevna tað.
Í gjárkvøldið var FCM, sum er topplið í superliguni, á útivølli í Slagelse. Tað eydnaðist at vinna 1-0, og harvið skal FCM bara vinna eitt stig aftrat fyri at halda tørn um oddasessin í vetrarsteðginum.
Hóast Sonni Ragnar vísti sannførandi avrik sunnukvøldið í Brøndby, so var ikki pláss fyri honum, nú fleiri av liðfeløgunum vóru tøkir aftur, sum vóru leikbannaðir ella skaddir fyri viku síðani. Hann var á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Síðsti landskappingardysturin hjá FCM undan vetrarsteðginum verður næsta sunnudag, tá ið FCM fær vitjan av AGF.