Sonni Ragnar aftur sigurharri

Landsliðsmiðverjin og liðfelagirnir eru enn greitt á odda

Aalesund og Sonni Ragnar Nattestad eru framvegis greitt oddalið í næstbestu deildini í Noreg, eftir at teir í dag vunnu 3-0 á Notodden.

 

Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin í miðverjuni, tá Aalesund í dag vann 3-0 á Notodden. Fyri viku síðan skoraði Sonni Ragnar Nattestad eitt framúr vakurt mál, men hesa verð bleiv tað ikki til mál – men teir hildu málið reint. Aalesund er í løtuni seks stig fremst.

 

Hinir báðir føroyingarnir í næstbestu deildini í Noreg eru skaddir. Uttan langtíðarskadda Ára M. Jónsson spældi Sandnes Ulf javnleik 2-2 móti Ull/Kisa. Patrik Johannesen, sum spælir við Florø, er somuleiðis skaddur. Florø tapti 1-0 fyri Tromsdalen og liggur aftast í deildini.

 

Í Tippuliguni hevur Rosenborg nú lagt seg á annað plássið við sigri í dag, meðan Gilli Rólantsson og Brann Bergen spæla í morgin. Brann er fýra stig fremst í deildini.