Sonni Ragnar nýggjan sáttmála við FC Midtjylland

Føroyski U21 landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, hevur skrivað yrkissáttmála við danska Superliga felagið, FC Midtjylland.

 

Tað er bara tríggir ella fýra spælarar í hvørjum árgangi, sum fáa yrkissáttmála og tí er Sonni Ragnar sjálvsagt fegin um álitið, ið FC Midtjyllandi hevur víst honum.

 

- Eg bleiv bilsin, tá eg fekk boðini, men tað er deiligt at fáa løn fyri stríðið, sigur Sonni Ragnar við portalin.

 

Sonni Ragnar fór í fjør til royndarvenjingar hjá FC Midtjylland og stutt seinni gjørdu partarnir ein ungdómssáttmála. Eftir eitt kappingarár hevur Sonni Ragnar prógvað, at hann hevur uppiborið ein eitt ára yrkissáttmála.

 

- Eg havi gjørt ein eitt ára sáttmála, tí eg vil gjara hava møguleika at fara víðari um tað kemur upp á tal. Tað hevur verið áhugi úr Onglandi og Hollandi, sigur Sonni Ragnar, sum í dag møtist saman við hinum á føroyska U21 landsliðnum.

 

Umframt at spæla á U19 liðnum hjá FC Midtjylland, so hevur hann eisini spæla á eykaliðnum og hevur verið við á venjingarlegu og venjingardystum hjá besta liðnum.