Sonni Ragnar Nattestad spældi allar 90 minuttirnar, tá lið hansara Fylkir vitjaði gamla stórfelagið, KR í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, pepsideildini. Kravið til Sonna Ragnar Nattestad og liðfelagarnar var at vinna, og samstundis skuldu onnur úrslit laga seg um liðið ikki skuldi flyta niður.
Tað gekk av skriðuni hjá Sonna Ragnar Nattestad og liðfeløgunum. KR vann 3-0 frammanfyri 1.555 áskoðarum á Alvogen-vøllinum í Reykjavík. Longu í stegðinum var KR á odda 2-0, og ímóti dystarenda fingu teir triðja málið.
Sonni Ragnar Nattestad var fyrr í ár útleigaður frá FH, sum partur av bjargingarroyndini hjá Fylki, men staðfestast má, at hon eydnaðist ikki. Um ikki annað hendir, so gerst Sonni Ragnar Nattestad aftur partur av hópinum hjá FH til komandi kappingarár.
Ársins spælari hjá FH, Gunnar Nielsen vardi málið hjá meistaraliðnum, FH tá teir á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum skuldu spæla ein minni týðandi dyst ímóti ÍBV. Kaj Leo í Bartalsstovu fekk tann seinasta hálva tíman á vøllinum fyri FH. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. ÍBV legði seg á odda í 53. minutti, men frálíki skotski áleyparin hjá FH, Steven Lennon javnaði tá bert seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Eftir var so bara hjá Gunnari Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfeløgunum í FH at taka ímóti gullkrónum og steypinum.
Miðlahúsið og Rás2 ynska Gunnari Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu hjartaliga tillukku við íslendska meistaraheitinum. FH fekk 43 stig fyri tólv sigrar, sjey javnleikir og bert trý tap. Fylkir endaði næstaftast við 19 stigum.